- Tað er ikki Starvsmannafelagið, sum vil ræna portørarnir frá Havnar Arbeiðsmannafelag. Tað eru portørarnir sjálvir, sum hava boðað frá, at teir vilja hava Starvsmannafelagið at gera sáttmála fyri teirra øki.
Tað sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Og hann leggur afturat, at tað er ein áheitan, Starvsmannafelagið sjálvandi tekur í fullum álvara.
Hann sigur at nógv teir flestu portørarnir eru limir í Starvsmannafelagnum og hann heldur, at tað er ódemokratiskt at Havnar Arbeiðsmannafelag at tvíhalda um samráðingarrættin og sostatt lata ein minniluta hava ræðið á einum meiriluta.
- Fyri okkum er hetta ikki eitt stríð við Havnar Arbeiðsmannafelag, men hetta er ein spurningur um at ganga áheitanini frá einum meiriluta til eftirtektar.
Hann heldur eisini, at tað er natúrligt, at portørarnir eru limir í Starvsmannafelagnum, tí felagið umboðar eisini sama slag starvsbólkar í heilsuverkinum.
- Tað er meiri løgið, at eitt fakfelag tvíheldur um nakrar limir, sum ikki vilja vera har, leggur hann afturat.
Les eisini greinina” Hótta við verkfalli á sjúkrahúsunum” og greinina ”Umhugsa støðuna í Fíggjarmálaráðnum”.
Les eisini greinina greinina greinina “Umhugsa støðuna í Fìggjarmálaráðnum” og greinina “Hótta við verkfalli á sjúkrahúsunum”.