Leygarkvøldið 9. maj bjóðar Skarv til eitt brak av einum kvøldi, tá Take Off bjóðar upp til dans Hans Petur í Brekkunum, og hansara bólkur Take Off, bjóðar vælkomin til eina veitsluferð gjøgnum tey stórstu hittini, og tann besta tónleikin tey síðstu 30 árini. Takk Off hevur fleiri ferðir undirhildið bæði heima á klettunum, og niðri í Keypmannahavn. Úr sangskránni kann nevnast: Jackson Five, Britney Spears, Prince, Kylie Minoque, Robbie Williams, Spice Girls og mangt, mangt annað.
Kl. 01 er tað klárt til Take Off á Skarvinum.
Millum 22 og 24 er tó ókeypis atgongd og okkurt gott afturvið, siga fyrireikararnir, nú Take Off og Hans Petur aftur eru á palli, eftir mong ár burtur og eftir mong ár síðani útgávan við Take Off kom út.