Take That til Keypmannahavnar

Í summar spæla Take That í Parkini, har tað fyri langari tíð síðani er útselt. Men longu 2. desember vitja bretsku poppdreingirnir í Keypmannahavn, tí teir skulu taka lut í eini sending á TV2. Tað skrivar tónleikaheimasíðan gaffa.dk.

 

Sjónvarpsrásin hevur eina Go? Aften Danmark Take That Special sending, har teir fara at práta um komandi konsertirnar hjá bólkinum og hvussu tað er, at bólkurin er savnaður aftur. Harumframt fer bólkurin eisini at spæla lagið The Flood, skrivar heimasíðan hjá Gaffa.

Go? Aften Danmark sendingin við Take That verður inni í Tivoli í Keypmannahavn 2. desember.

 

16. juli næsta ár spælir bólkurin í Parkini í Keypmannahavn.