Takk fyri, Gerhard!

Bill Justinussen

Tað gleddi meg at lesa grein tína, hóast yvirskriftin ikki var serliga innbjóðandi. Vit eru báðir samdir um, hvat lands-stýrismaðurin eigur at gera í málinum um lítla Petur. Eg veit, hvussu trupult tað kann vera sum landsstýrismaður at sita við høvdinum fullum av góðum ráðum frá øllum síðum fyri síðani at skula taka eina avgerð. Tí legði eg heldur harðliga út eftir Javnaðarflokkinum, sum undanfarna valskeið rópti almikið upp um familjupolitikk. Og tað skal eisini verða sagt hart og týðiliga, at eg als ikki hevði teg í huganum, tá eg nevndi Javnaðarflokkin, tí tú hevur alt tað, eg kann koma í tankar um, verið fyrimyndarligur í tínum tingarbeiði.

Øll vita, at Javnaðarflokkurin talar fyri tí góða samfelagnum, samfelagið fyri øll, og tí var mín grein ætlað sum ein vekingarklokka. Føroyar eiga eisini at vera eitt samfelag fyri lítla Petur. Tí eri eg so sera harmur um, at landsstýrismaðurin, sum annars hevur gjørt eitt gott arbeiði á nógvum økjum, júst í hes-um málinum hevur givið skarvin yvir. Um ein fundur okkara millum kann flyta nakað, eri eg fúsur til tað saman við tær, Gerhard. Tí hetta snýr seg ikki um at veiða atkvøður, men um at gera sína skyldu sum andstøða. Um vit politikkarar skulu halda okkum burtur frá slíkum málum, tí vit eru bangnir fyri at verða skuldsettir fyri atkvøðujakstran, so kunnu vit ongantíð gera nakað, tí allar okkara gerðir verða mettar sum slíkar.
Samanumtikið haldi eg, at tín grein sýnir, at vilji er til at loysa hetta málið á ein virðiligan hátt, og tað eigur tú tøkk uppiborna fyri.