Fótbóltur
Myrkið legði seg so spakuliga yvir Mýruhjalla. Heimafólkið lútaðu við høvdinum, sum høvdu tey sæð skriftina á vegginum. Nakrir av leikarunum venda nøsini alt fyri eitt niðan móti húsinum, aðrir verða sitandi á beinkinum, meðan summir hóast alt vera verandi á vøllinum og takka fyri dystin. Men eyðsæð er vónbrotið á Skála-bygd.
Møguleikin fyri at bjarga sætinum í Formuladeildinum gjørdist upp aftur meira fjarður hjá Skála í gjár. Og hóast útsagnirnar – sum tær sjálvandi skulu – eru, at teir framvegis ikki síggja seg sum niðurflytarar, so er veruleikin, at Skála allarhelst eigur eitt lið í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini í komandi kappingarári.
Tóku ikki av
Tað er nógv vatn runnið í ánni, síðan Johan Nielsen stóð á odda fyri besta mansliðnum hjá Skála. Kaffi smakkaði helst betri á Skála, tá toppliðið við flotta fótbóltspælinum ferð eftir ferð koppaði mótstøðumonnunum. Og tá skuldi fáur trúð, at tvey ár seinni var uppgávan fyrst og fremst at sleppa undan niðurflyting.
Leikararnir vistu, hvat tað snúði seg um. Eyðnaðist tað ikki at fáa fult, samstundis sum onkur vann í Klaksvík, so varð tungt. Og soleiðis skuldi tað ganga.
Fótbóltspælið var einki serligt. Vøllurin gjørdi sítt til, at ferð ongantíð kom á bóltin. Teir vóru fáir, sum vístu bóltkynstur, og ofta stóðust málroyndirnar av tilvildarligum og ófantaligum villum. Hinvegin skalt tú kanska heldur ikki væntað ov nógv av tveimum liðum, sum liggja á niðaru hálvu á stigatalvuni. Meira ætlan var í spælinum hjá heimaliðnum, og teir høvdu eisini møguleikar at leggja seg á odda. Men hvørki Bogi Gregersen ella Alexandur Johansen tóku av, tá teir vóru í góðari støðu.
Tað tóktist ikki hava stórvegis ávirkan á verjupartin hjá B68, at Arnbjørn Danielsen ikki var tøkur vegna skaða. Øssur Hansen hevði trupult einu løtuna á vinstra vongverjanum, og tað bøtti um støðuna, at Brian Andresen var fluttur út í vinstru sum vongur. Í miðverjuni tóku vælvoksnu Pól Jóhannus Justinussen og Jóhan Dávur Højgaard sær av tí mesta, sum Bogi Gregersen hevði at bjóða.
Málini
Toftamenn løgdu seg á odda, tá átta minuttir restaðu av fyrra umfarinum. Hvítklæddu gestirnir vunnu bóltin áraka miðstrikuna, tá Jann Martin Mortensen spældi bóltin fyri føturnar á Ahmed Keita. Framherjin slapp frá tveimum verjuleikarum, áðrenn hann legði bóltin til rættis fyri Jann Inga Petersen, sum smekkaði til. Predrag Markovic var á veg út eftir bóltinum, tá leðurkúlan tók í mótstøðumann, og so var B68 á odda.
Og lítla løtu eftir hvíldina var aftur galið hjá Skála. Bólturin var spakuliga lyftur upp um verjuna, tá Ahmed Keita – sum í fyrra hálvleiki misnýtti tveir opnar møguleikar – var fyrstur á eftir kapprenning. Og so var lætt at fara framvið málverjanum og stýra bóltinum seinastu metrarnar um málstrikuna.
Pætur Dam Jacobsen gav heimaliðnum eina lítla vón, tá hann minkaði um munin eftir hornaspark. Táð vóru fimm minuttir eftir at spæla. Men hóast trýst seinastu løtuna, so fingu skálamenn ikki meira enn tað.
KÍ ella B71
Skála hevur áður gjørt eitt ordiligt hál í seinastu umførunum. Men tað er lítið sannlíkt, at tað endurtekur seg í ár. Komandi uppgávurnar ljóða ÍF á útivølli, Víkingur á heimavølli, EB/Streymur á heimavølli og NSÍ á útivølli. Tað kann roknast við, at KÍ fær okkurt stig afturat, so uppgávan verður ómetaliga torført hjá Skála. Tí er tað mest ein spurningur, um tað verða klaksvíkingar ella B71, sum spæla í Formuladeildini í 2009.
Hinvegin hevur tað gingið fram úr væl hjá B68 eftir summarsteðgin. Liðið hevur lyft seg úr botnstríðnum, og nú eru bara trý stig upp til Víking á fimta plássinum. Og tað verður næsta málið hjá B68.