Tað var ikki nógvur gangur í umklæðingarrúminum hjá klaksvíkingum, tá teir tveittu skjúrtur og buksur frá sær í HB húsinum, eftir at teir høvdu vunnið 2-1.
Spælararnir fegnaðust, men samstundis ásannaðu teir, at teir vóru ógvuliga troyttir:
? At vit hóskvøldið á grasvøllinum á Svangaskarði høvdu runnið í 90 minuttir aftaná eysturríkarunum var ikki heilt burtur úr kroppinum, men tá tað endar soleiðis, sum tað gjørdi í dag, so hugsar tú ikki so nógv um sovorðið. Tað var serliga hugaligt, at tað eydnaðist hjá okkum at koma afturíaftur, eftir at vit tvær ferðir so at siga fingu ein frammaná. Tá teir skoraðu vóru vit ikki klárir aftur eftir fagnaðin um, at vit vóru komnir framum, men vit stríddu okkum til eitt brotsspark, og tá vit brendu tað, høvdu vit nóg mikið eftir til at skora sigursmálið, og tað haldi eg var flott, staðfesti Jan Joensen, miðvallarin, sum tuskaði alla tíðina, bjóðaði seg til í øllum støðum og hevði tol at tetta í verjupartinum, tá liðfelagarnir í miðverjuni ? Marek og Pacek ? viðhvørt fóru fram við í álopið.
Vit fara at halda oddasessin
Og venjarin Tony Paris var eitt stórt allur sum hann var. Tað eru framvegis fleiri stórar uppgávur at loysa, men venjarin var ikki í iva:
? Eg havi alla tíðina sagt við spælararnar, at teir skulu hava eyguni fest á málið, sum er FM. Vit liggja best fyri, og eg eri fullur í áliti á, at spælararnir fara at megna at halda tørn um oddasessin.
Men nú missir tú Kurt Mørkøre?
? Ja, og tað er sera harmuligt, men hetta er samstarv á einum liði, og soleiðis skal tað eisini vera. Endin á tíðini hjá Kurt Mørkøre í KÍ ? í hesum umfarinum í hvussu so er ? var glæsiligur. Hann hevur tænt KÍ bæði væl og leingi, og eg haldi, at eg fari at orða við leiðsluna í felagnum, at teir eiga at umhugsa, um tað ikki hevði verið eitt hugskot at tikið troyggjuna, sum Kurt hevur spælt í, burtur, soleiðis at ellivu talið verður eitt hol í røðini, sum fer at minna um Kurt Mørkøre.
Tá Kurt Mørkøre skoraði sigursmálið móti HB, var tað trettanda ferðin, at hann skoraði, og KÍ hevur higartil í ár skorað 28 mál. Fyrra KÍ málið skoraði Rógvi Jacobsen, eftir at Kurt Mørkøre við brynguni tamdi innlegg úr høgru til hansara:
? Ætlanin hjá mær var at temja bóltin til mín sjálvan, men tað miseydnaðist, og so var tað gott, at bólturin endaði hjá Rógva Jacobsen, segði Kurt Mørkøre, og hann helt fram:
? Hetta var ein veldugur endi á tíðini í KÍ, og tað var hugaligt, at tað var sigursmálið, sum eg skoraði. Eg ivist onga løtu í, at liðfelagarnir fara at halda fram, har vit sleptu í dag. Eg ynski teimum í hvussu so er alt tað besta, og eg vil veita okkara áskoðarum eina stóra tøkk fyri tann stuðul, sum teir aftur í dag vístu okkum.
HB spælir fyri
Europa-Cup
HB spælararnir vóru uppaftur friðarligari enn mótstøðumenninir. Liðformaðurin, Rúni Nolsøe, sum var sera arbeiðssamur á miðvøllinum, ásannaði at munurin upp á toppin ? tíggju stig og tað er møguleiki at vinna átjan afturat ? er so mikið stórur, at møguleikin at vinna tað tapta aftur má metast at vera fokin:
? Málið hjá okkum er nú at vinna pláss í Europa Cup, og fyrsta takið á tí leiðini verður at vinna í Runavík komandi sunnudag. Megna vit at vinna á NSÍ, so endurvinna vit fjórða plássið, og so eiga vit eina grannauppgerð á móti B36.