Oddaliðið og meistararnar frá í fjør, Stjørnan var á vitjan hjá ungu StÍF liðnum á Skála í dag, og haðani fóru tær við sigrinum. Tó stóð á gomlum nøglum Enn einaferð vóru Simona og Durita í stórformi fyri Stjørnuna, og ikki minni væl uppløgd var Rebekka Justinussen fyri heimaliðið.
Rebekka er høg og hevur eitt øðiligt høgg, tá hon svingar armin yvir verjuni. Hetta máttu Stjørnukvinnurnar bara ásanna, tá tær máttu síggja seg tiknar á bóli heili 9 ferðir av evnaríku strandakvinnuni.
Men í Stjørnuni hava tær eisini stórspælarar, og tað við lít. Simona Hansen og Durita Christophersen hamraðu 7 mál hvør framvið verjuni og eisini málverjanum, og hjálptu Stjørnuni til sigurs, enn eina ferð.
Hálvleikstøðan á Skála var 11-9 til gestirnar, og hesin munurin tóktist at halda, tí endaliga úrslitið varð eisini tvey mál á muni 23-21 til gestirnar úr Klaksvík.
Eitt skifti í øðrum hálvleiki vóru fimm mál á muni, men StÍF bardu seg upp á bara tvey mál, men so komu tær ikki tærrari.