Taksametrið telur

   

Ein av útsøgnunum frá landsfundi Fólkafloksins tann 22. november var, at um Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sleppa framat, so "tendra útreiðslutaksametrini aftur".
Eg loyvi mær í tí sambandi at gera vart við, at síðani 1998, tá Fullveldislandsstýrið bleiv skipað, eru landskassans útreiðslurnar øktar við 943 mió. krónum. Av hesum eru 906 mió. krónur rakstrarútreiðslur (uttan renur) og 200 mió. krónur eru íløgur. Rentuútreiðslurnar eru lækkaðar 163 mió. krónur.
Harumframt hava samgonguflokkarnir sagt nei-takk til góðar 800 mió. krónur í blokkstuðli á inntøkusíðuni, so "taksametrið" hjá loysingarflokkunum er hesi árini komið uppá umleið 1.750 mió. krónur.
Tá vit so vita, at fullveldis/sjálvstýrislandsstýrið hevur sitið í tilsamans umleið 2.000 dagar, so er ikki ringt at rokna út, at útreiðslurnar á taksametrinum eru øktar við knøppum 900.000 krónum í meðal um dagin (um vit telja sunnudagar við).
Og so mugu vit ikki gloyma, at tað vóru hesir flokkarnir, sum settu sær fyri at Føroyar skuldu hava "sjálvberandi búskap".
- Nei taksametrið hevur helst einki at missa!