Hann spælir í Symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum, jammar á Cleopatra hvørt mikukvøld, spældi í fjør við Havnar Hornorkestur á Manhattan í New York, bert fyri at nevna nøkur dømi, har 20 ára gamli Dávur Juul Magnussen hevur luttikið við sínum trombon ljóðføri seinastu árini.
Ljóskastarin hevur seinastu tíðina verið settur á tónleikaran, sum var við í sjónvarpssendingini »Spil for livet«, har hann gjørdist millum fýra tey bestu í hesi klassisku tónleikakappingini. Sum rosinan í pylsuendanum spældi hann solo í Danmark Radio Symfoniorkestri, har hann framførdi Concertino fyri trombon hjá Ferdinand David.
Tað er »feitasta« upplivingin, eg higartil havi havt, sigur Dávur og brosar varisliga, bangin fyri at virka reypandi av sínum avvriki.
Í næstum fer hann til Danmarkar til upptøkuroynd í Orkester Norden, sum er symfoniorkestur fyri 15 til 26 ára gamlar klassiskar tónleikarar.
Verður hann góðtikin, skal hann saman við Orkester Norden venja í Svøríki, áðrenn farið verður á konsertferð í Suðureuropa í summar. Tað eru eisini aðrir tónleikarar, sum saman við Dávi fara til upptøkuroynd í Orkester Norden í hesi viku. Tey eru Tróndur Herason Olsen, Niklas Mouritsen og Mia Káradóttir.
Til heystar gongur leiðin til Glasgow í Skotlandi, har hann var til upptøkuroynd á hægri lærustovni fyri musikk- og drama í heystfrítíðini í fjør. Fýra tey komandi árini skal hann útbúgva seg har við trombon sum høvuðslærugrein.
Øðrvísi »Reality-show«
Tá Danmarks Radio í fjør skipaði fyri klassiskari tónleikakapping, vóru tónleikarar, sum áður høvdu vunnið í slíkum kappingum, bjóðaðir at luttaka.
Hóast sendingin varð nevnd »reality show«, sum slíkar sendingar hava verið nevndar frá tíðini, tá »Robinson« byrjaði, so var einki í hesi kapping sum líktust teimum. Tó undantikið at tónleikarar vóru sáldaðir frá so hvørt sum fráleið.
Dávur Juul Magnussen fekk eisini innbjóðing. Orsøkin var, at hann í 2002 vann klassisku tónleikakappingina, sum Berlinske Tidende skipaði fyri.
Í »Spil for livet«, slapp Dávur rættiliga at royna sítt tónleikakynstur við trombon ljóðføri sínum.
Krevur tað ikki stórt dirvi at luttaka í slíkari kapping og at spæla solo á konsert við Danmarks Radio Symfoniorkestri?
Tað er møguligt, at tað krevur dirvi av tónleikara, sum ikki hevur royndir at standa á palli. Hjá mær kravdi tað størri dirvi, tá eg sum 12 ára gamal spældi til næmingakonsert í Venjingarskúlanum saman við átta-níggju ára gomlum. Eg var so nógv størri enn hini og helt tað vera ógvuliga »flovisligt« at spæla saman við hesum lítlingum, sigur Dávur..
Sum frálíður og tú fært royndir at spæla í tónleikabólkum, verður tú nærum bundin av løtuni, tá adrealinið rættiliga er í hæddini, og tú gevur tað besta, tú eigur í tær. Tá gloymir tú alt rundan um teg og gevur teg yvir til tónleikin.
Tað er ein ótrúliga stór uppliving, tá tað gongur væl, men eisini ein øgiliga vónleys kensla, tá illa gongst í hond, sigur Dávur Juul Magnussen.
At spæla klassiskan tónleik krevur, at tú venur nógv og fer djúpt inn í hvørja einastu frasu, men tá tú stendur á palli, fer løtan kanska við tær, og tú kanst broyta okkurt, tí tú verður so nógv burtur í tónleikinum. Tað kanst tú bert gera, um tú hevur vant nógv.
Fólk siga oftani við meg, tá eg havi framført, at »hatta var øgiliga torført at spæla«. Tá verði eg keddur, tí tað merkir, at framførslan ikki hevur verið góð. Tað skal nevniliga ikki síggjast á mær, um eitt tónleikapetti er torført at spæla. Tað skal virka leikandi lætt, hóast tað er torført at framføra, sigur Dávur Juul Magnussen.
Hann nevnir samstundis, at tað ikki bert er klassiskur tónleikur, sum er krevjandi at spæla. Tað er allur tónleikur, um tað er jazz-country-dansband- bigband- ella fólkatónleikur. Tí roynir Dávur altíð at spæla við so nógvum ymiskum tónleikagreinum sum tilber. Eitt nú í tónleikabólkinum Ben-Jamin saman við Benjamin Petersen, Jan Rúna Poulsen og Tróndi Herason Olsen og í tónleikabólkinum Lawetz, sum var við í Prix Føroyar.
Eg var ikki komin so langt í sjónvarpskappingini, um eg ikki hevði spælt annan tónleik eisini, sigur Dávur.
Teir »góðu« og »ringu« nervarnir
Tá Dávur Juul Magnussen skuldi framføra trombonsolo við Symfoniorkestrinum hjá Danmarks Radio, var hann ógvuliga bangin, tveir tímar áðrenn hann skuldi á pall og nevnir í hesum sambandi teir góðu og teir ringu nervarnar.
Tað, at hava ávísan skjálvta á sær, kann júst gera, at tú leggur tað besta, tú eigur, í tónleikin. Ein ávisur spenningur kann nýtast til at geva áskoðarunum eina góða uppliving. Teir ringu kunnu verða orsakað av, at tú ikki hevur vant nóg nógv og tí ert ótryggur í tíni framførslu.
Tú kanst venja teg til vera djarvan og taka avbjóðingina. Tað er ein partur av »showinum«, eisini av tí at hetta er nakað, sum tú hevur sett tær fyri at gera. Tað kunnu øll gera, sigur Dávur.
Er tað ikki ein spurningur um tónleikagávur?
Jú avgjørt, men talent ella listagávur eru bert 10 pst. av heildini. Talent gevur tær møguleikar, men tað krevur nógva venjing, sigur Dávur, sum er sannførdur um, at tað kostar blóð, sveitta og tár at fáast við klassiskan tónleik, hóast tað ongantíð verður keðiligt.
Hann venur fleiri tímar dagliga. Spurdur, um tað ikki er strævið at venja so nógv, játtar Dávur, at tað eru tíðir, tá hann ikki tímir at venja.
Um eg onkran dag ikki haldi, at tað er stuttligt at venja, gevist eg bert, tí tá fái eg einki burturúr.
At spæla á konsert verði eg avgjørt ongantíð keddur av, sigur Dávur og leggur brosandi aftrat:
Tað billi eg mær, ið hvussu er inn, men eg eri bara ungur og býttur, so tað velji eg at halda.
Tilvildarligt ljóðføri
Tá Dávur var átta ára gamal, var hægsta ynski hansara at læra at spæla á klaverið heima hjá teimum. Foreldrini meldaðu hann inn í Musikkskúlan, men har var átta ára biðitíð til klaverspæl, og tí fekk hann ístaðin privatundirvísing hjá Árna av Reyni.
Í fyrstuni dámdi mær øgiliga væl at spæla klaver og at venja, men sum fráleið kendist tað so einsamalt bara at venja, ganga til undirvísing, fyri at fara heimaftur at venja, so eg gavst við klaverspælinum og helt, at eg var liðugur við tónleikin.
Eg vildi heldur vera pilotur, verkfrøðingur ella arkitektur.
Tá eg var 12 ára gamal og framvegis stóð á bíðilistanum hjá Musikkskúlanum, ringdu teir ein dagin til mammu mína og søgdu, at nú hevði eg staðið so leingi á bíðilistanum, at eg var vorðin ov gamal at fáa undirvísing í klaverspæli. Hinvegin bjóðaði skúlin mær undirvísing í onkrum øðrum ljóðføri, kanska í messing ljóðføri, har pláss var fyri mær.
Eg svaraði, at eg fegin vildi sleppa at spæla saxofon, sum var einasta messing ljóðføri, eg kendi. Tá segði lærarin, at einki pláss var til saxofon, men at eg kundi fáa undirvísing í at spæla trombon.
Dávur heldur í dag, at tað var heppið, at hann lærdi at spæla trombon, tí hann var einasti trombon næmingur á skúlanum, og tí fekk hann serliga góða undirvísing í átta ár.
Í fyrstuni var tað strævið at blása í hetta ljóðførið, og eg ætlaði mær at gevast, men so bjóðaði lærarin mær at spæla í barnaorkestri, men tað dámdi mær lítið, tí hini børnini vóru nógv yngri enn eg.
Eg tók kortini av tilboðnum, og tá vit fóru undir venjing, dugdi eg at síggja eina meining í tí og helt tað vera ógvuliga áhugavert.
Áhugavert at fáa kritikk
Hóast Dávur hevur nógvar royndir at standa á palli, eftir at hava spælt og framført í átta ár, var tað eitt sindur øðrvísi avbjóðing at luttaka í »Spil for livet«. Í fyrstuni var torført at venja seg við upptøkutólini, sum snurraðu alla tíðina og allastaðni, har luttakararnir vendu sær. Tá ein tíð var fráliðin, vandi hann seg kortini við tað.
Serliga áhugavert var tað at fáa skotsmál og kritikk frá teimum trimum lærararunum, sum luttóku í sendingini. Hetta eru sera dugnaligir, yrkislærdir lærarar og professorar innan klassiskan tónleik.
Eg havi ongantíð áður fingið so frískan og góðan kritikk. Tað hevur givið mær nýggjan íblástur og innlit í tónleiki, sum eg ikki havi hugsað um áður, bæði tekniskt, tónlistarliga og viðvíkjandi framførslu. Eitt nú hvussu vit skulu føra okkum fram á palli.
Nú veit eg, at tað sæst á einum persóni, tá hann kemur inn á pallin, um hann er góður tonleikari ella ikki.
Tað er so umráðandi at kenna seg væl á palli, vera nátúrligur og slappa av, og bert taka tað sum eina uppliving hóast tú ongantíð kann hvíla 100 pst. i tær sjálvum.
Oftani verða klassiskar framførslur stívar og hámentanarligar. Vit hava lært, at tað nýtist ikki at vera so. Tað var bara hugaligt og einki stívt yvir konsertini, og tí var tað eisini lættari at vera nátúrligur, hóast tað vóru eini 450 áskoðarar í konsertsalinum, sigur Dávur.
Hann situr hugsunarsamur lítla løtu og vendir aftur til tað at fáa kritikk frá yrkislærdum.
Kritikkur er kortini ikki absoluttur, hann kann eisini vera subjektivur, av tí at tað er so ymiskt, hvat lærararnir fokusera uppá. Vit fingu eisini ymisk tips um, hvussu vit skuldu spæla. Nakað av tí skalt tú taka undir við, annað skalt tú lata liggja.
Í veruleikanum er tað bert tann, ið skal framføra, sum kann gera av, hvat hann vil velja til ella frá, hvussu hann persónliga vil framføra tónleik, sigur Dávur Juul Magnussen og leggur aftrat:
Alt hetta hevði ikki borið til, um eg ikki hevði so góðan lærara í Kenneth Jones, ið hevur undirvíst mær øll hesi árini. Eisini Musikkskúlin hevur uppborið stórt takksemi frá mær, at eg havi fingið møguleikan at royna meg.