Talið av deyðum í Kalifornia veksur

Skógareldarnir í Kalifornia hava í minsta lagi kravt 74 mannalív

Seinastu átta dagarnar hava ógvusligir skógareldar herjað í amerikanska statinum, Kalifornia. Støðan í Kalifornia hevur verið kaotisk og tragisk, og hetta hevur verið ein sonn marra fyri íbúgvar í stóra statinum. 

 

Talið av deyðum er vaksandi, og inntil víðari er staðfest, at skógareldarnir hava kravt minst 74 mannalív. Fyri trimum døgum síðani var staðfesta talið 44 persónar. Tað hevur verið trupult hjá bjargingarfólkum at sloppið til allastaðni, og tí verður væntað, at talið av deyðum verður enn størri. 

 

Sum nú er, eru fleiri enn túsund fólk saknað, 50.000 fólk eru evakuerað, og uppímóti 10.000 hús eru brend í grund. Nógvi roykurin elvir eisini til eina stóra dálking. Hesari avbjóðingini standa myndugleikar í Kalifornia nú eisini fyri.

 

Orsøkin til skógareldin er turki og harðligi heiti vindurin, sum hevur fingið eldin at breiða seg so skjótt. Serliga er tað Norðurkalifornia, ið er hart rakt av skógareldinum, sum kallast Camp Fire, meðan Woolsey Fire herjar í Suðurcalifornia.