Roknað verður við, at talið av íbúgvum í Føroyum, sum eru 65 ár og eldri, í 2050 verður tvífalt so stórt sum í dag. 120 fólk lýddu á fyrilesturin hjá Johnny í Grótinum. Í gjárkvøldið var ætlanin at hava fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni sum partur av torraskránni. Heitið var ?Klaksvík: Tann síðsti pensjónisturin sløkkir??.
Fyrilesturin, sum Johnny í Grotinum, skuldi halda, fekk beinanvegin nógva umrøðu, helst av forvitnisliga heitinum. Tí varð avrátt at flyta fyrilesturin í skúlan við Ósánna.
Hetta vísti seg at vera eitt skilagott val, tí bæði Bókasavn og Atlantis høvdu verið ov lítil. Ikki færri enn 120 fólk vóru og lýddu á.
- Johnny í Grótinum greiddi við hagtølum frá gongdini í fólkasamansetingini í Føroyum, sum eins og aðra staðir í grannalondunum hevur eina ?skeiva gongd?.
Tað sigur Dávur Winther, heimildarmaður okkara, sum var við til fyrilesturin.
Vit gleðast um, at helst vegna livihátt og betri heilsurøkt gerast fleiri eldri. Av somu orsøk gerst verandi pensjónskipan ikki hóskandi og eisini røktartíðin í ymiskum røktarskipanum longri og kostnaðarmikil.
- Sambært hagtølum hjá Hagstovuni varð roknað við einum áramáli sum pensjónistur á 12 ár í 1975. Við teirri gongd, sum nú er, verður í 2045-50 roknað við einum áramáli á 20 árum sum pensjónistur, um pensjónsaldurin framvegis er 67 ár, segði Johnny.
Fram til 2050 verður roknað við einum lítlum fólkavøkstri úr sløkum 49.000 íbúgvum í dag til slakar 52.000 íbúgvar í 2050.
- Men samstundis verður roknað við, at talið av íbúgvum yvir 65 ár verður tvífaldað - úr umleið 7.000 í 2010 til slakar 14.000 í 2050, segði Johnny í Grótinum, sum vit fara at venda aftur til á Portalinum.