Landssjúkrahúsið
Tað er ein dyggur smeitur fyri Landssjúkrahúsið at tað eydnaðist sjúkrasystrunum á B 6 at trumfa sín vilja ígjøgnum.
Tað heldur Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum.
Tað, hann sipar til, er, at eydnaðist sjúkrasystrunum á B 6 at hótta seg fram til fleiri starvsfólk.
Tær høvdu kravt at fáa fleiri sjúkrasystrar á B 6, men tað vildi leiðslan á Landssjúkrahúsinum undir ongum umstøðum góðtaka - ikki fyrrenn nú í 12. tíma, tá ið hon boygdi seg og setti 1,8 sjúkrasystir afturat á B 6, so at tær 18 sjúkrasystrarnar tóku uppsagnina aftur. Sostatt letur B 6 uppaftur sum ætlað mánadagin, eftir at hon hevur verið stongd í 14 dagar um ársskiftið.
Í ógvuliga hvassorðaðari viðmerking til støðuna á B 6, spyr Jóan Petur Davidsen um tað eru slíkar talibanmetodur, sumn skulu til fyri at fáa hægri játtan til eina deild á Landssjúkrahúsinum.
?Hetta er ein dyggur smeitur fyri Landssjúkrahúsið og fyri alt Føroya Fólk, sum skal betala fyri Landsjúkrahúsið, sigur hann.
Politisk kastibløka
Jóan Petur Davidsen sigur, at Landssjúkrahúsið hevur í mong ár verið politisk kastibløka, sum politikarar javnan hava gjørt sær dælt av, væl stuðlaðir av fakfeløgum, sum hava nýtt Landssjúkrahúsið til fakfelagspolitiskan stríðsvøll.
? Sjúklingar verða tiknir til gíðsla í hesi eirindaleysu orrustu fyri at røkka snævurskygdum málum. Hann sigur, at slík framferð hevur verið darvandi fyri arbeiðið á okkara størsta arbeiðsplássi.
? Eftir langt og tógvið stríð, eydnaðist tað at tilevna ein leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum, sum allir partar tóku undir við.
? Hetta íbirti vónina um, at nú fór friður at valda, so at orka og tilfeingi betri kundi gagnnýtast til at menna arbeiðsplássið, sjúklinginum at gagni.
Hann sigur, at fyritreytirnar fyri hesum vóru sjálvsagt, at leiðslubygnaðurin fekk loyvi at virka, og at starvsfólk virdu hann.
? Leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum varð viðtikin fyri at skapa støðuleika, sum grundarlag fyri menning og framburði.
Størsta vanvirðing fyri arbeiðsplássinum
Men leiðandi yvirlæknin á skurðdeildini sigur, at tað, sum nú er farið fram á B 6, hevur víst, at að skuldi ikki ganga long tíð, fyrrenn ein bólkur, í størstu vanvirðing fyri arbeiðsplássinum, royndi at kroysta ultimativ eginkrøv ígjøgnum við nýtslu av fjøðlmiðlunum og politiskum ágangi.
Hann sigur, at flest allar deildir og virkisøki á Landssjúkrahúsinum halda, at teimum væntar starvsfólk og ábøtur og tað veit leiðslan væl av.
? Trupulleikin er bara tann, at verður játtanin hækkað einastaðni, skal sama upphædd skarvast av onkra aðra staðni, tí samlaða játtanin skal haldast.
? Ein ófrávikilig skylda hjá einari leiðslu er at tryggja, at tann tøki peningurin verður nýttur á skilabestan hátt, so sum mest fæst burtur úr til gagns fyri endamálið hjá stovninum. Hvat Landssjúkrahúsinum viðvíkur er tað at fremja heilsu.
? Tað er jú skattaborgarin, sum í síðsta enda skal gjalda. Tí má grundstøðið altíð verða, at meirjáttan má ongantíð verða givin, fyrrenn tey bygnaðarligu viðurskiftini eru kannað og funnin hóskandi, sigur Jóan Petur Davidsen.
Hann sigur, at eftir øllum at døma eru tað nógv, sum ikki rættiliga hava fatað, hvat leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum ber í sær.
? Hetta kemur týðiliga til sjóndar í dulnevndum lesarabrævi frá »nøkrum sjúkrasystrum á B6«. Av tí brævinum skilst, at eftir teirra tykki er sjúkrarøktarstjórin tann longdi armurin hjá Sjúkrasystrafelagnum á Landssjúkrahúsinum. Hetta er grundleggjandi skeiv fatan. Sjúkrarøktarstjórin er fyrst og fremst leiðari í eini trýmannaleiðslu við sjúkrarøktarfakligum innliti, somuleiðis sum læknastjórin ikki umboðar fakfelagspolitisk sjónarmið hjá læknabólkinum, men er leiðari við læknafakligum innliti.
Átti ikki at vunnið frama
Leiðandi yvirlæknin á skurðdeildini ásannar, at arbeiðstakarar hava altíð rættindini at gera vart við óhóskandi arbeiðsviðurskifti.
? Vinnur áheitanin ikki frama, stendur tað til ein sjálvan at taka avleiðingarnar av hesum. Ger ein av at siga seg úr starvi, eru viðurskiftini við arbeiðsgevarin at enda komin.
Men so leggur hann afturat:
? At uppsøgnin verður nýtt í eini neyðtøku av arbeiðsstaðnum er at fara út um, hvat ein kann loyva sær, og átti ikki at vunnið frama nakrastaðni.
Hann sigur, at sum leiðandi yvirlækni á skurðdeplinum, er hann í villareiði um, hvussu hann framyvir skal ráðgeva á sínum øki.
? B5 er størsta seingjardeild í deplinum, har starvsfólk knossast dagin langan og veita eina dygdargóða tænastu uttan at gremja seg, vælvitandi, at B5 hevur lægri starvsfólkamanning, størri røktartyngd og fleiri seingjarpláss enn B6. Støðan er lítið annarleiðis á skurðgongini, innan skrivaraorkuna o. s. fr., har starvsfólk kýta seg og síggja eina æru í at veita eina nøktandi tænastu, uttan at grenja.
? Mangur man sita við einum beiskum ráki eftir í munninum og spyrja seg sjálvan: Gjørdi eg nú tað rætta? Eg royndi at halda játtanina, og hóast skjalprógv og tøl at vísa á tørvin fyri meirjáttan innan mítt virkisøki, vann hetta ongar sømdir, meðan B6 við størstu vanvirðing fyri galdandi mannagongdum, viðtøkum og leiðsluskipanum, vann frama við sínum krøvum. Hetta er ein dyggur smeitur fyri Landssjúkrahúsið og í síðsta enda Føroya fólk.
Hann spyr um tað eru »taliban- metodirnar«, ið skulu nýtast fyri at røkka eina nøktandi játtan, ella um vit framvegis skulu halda okkum til tann skipaða bygnaðin? Hann spyr eisini, hvat skattaborgarin sigur til, at noyðast at gjalda fyri slíkan atburð?
Aðrastaðni eisini
Hann sigur, at nú tað eydnaðist sjúkrasystrunum á B 6 at trumfa sin vilja ígjøgnum, stúrir hann fyri, at aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum fara at taka táttin upp eftir teimum.
?Tað er fryktandi fyri, at starvsfólk á øðrum deildum nú fara at brúka somu framferð sum tær á B 6 fyri st trumfa sín vilja ígjøgnum, tí tað er so nógva staðni á Landssjúkrahúsinum at tað er brúk fyri fleiri fólkum, sigur Jóan Petur Davidsen.
? Tað vantar ikki nógv í at so væl politikkarar sum fyrisiting, hava mist tamarhaldið á landsins størsta arbeiðsstaði, sigur Jóan Petur Davidsen og hann kundi eisini hugsað sær at fingið at vita frá sjúkrasystrunum á B 6, um tær høvdu eitt boð uppá, hvaðani meirjáttanin til B 6 skal skal takast.