Taliban heldur eygað við bretska prinsinum Harry, sum skal gera tænastu í bretska herinum har suðuri í Afghanistan teir næstu fýra mánaðirnar. Tað sigur Zabihullah Mujahid, talsmaður hjá Taliban, við fronsku tíðindastovuna AFP í morgun.
Hann sigur, at Taliban hevur longu lagt eina ætlan um at søkja at prinsinum og feløgum hansara í Helmand-landspartinum. Mujahid leggur afturat, nat Taliban ætlar ikki at burturflyta Harry, men at beina fyri honum.
Tann 27 ára gamli Harry prinsur er tyrluflogskipari hjá bretsku deildunum í Helmand.