Talv: Føroyar - San Marino: 4 - 0

Rógvi E. Nielsen á 4. borði hevur telvað sum brandur hesar dagarnar, og aftur í dag telvaði hann seg til sigurs. Meiningin var annars at Hjalti skuldi telva ídag, men feilurin endaði so við onkrum positivum.

 

John Rødgaard er still going strong, nú hann hevur 4 av 4 møguligum - fult stigatal, sum tann einasti í kappingini. Eingin slingur í valsinum ídag, einfalt og trygt enn eitt stig til Føroyar.

 

Heini Olsen telvaði eisini sera væl ídag við svørtum. Í einari javnari støðu heilt tíðliga í talvinum bjóðaði hvítur javnt, men Heini telvaði víðari og vísti veruliga styrki við sigrinum.

 

Helgi D. Ziska fekk lítlan fyrimun tíðliga í talvinum, men í miðspælinum sá tað eitt sindur rokaligt út. Í endaspælinum fekk Helgi tó eitt flott mátálop og 4 - 0 var veruleiki.

 

Enn eitt framúr gott liðavrik og eru Føroyar nú 2 stig fremst og møta Andorra, sum er á øðrum plássi, ímorgin. Tann dysturin skal vinnast, men ein javnleikur verður eisini góðtikin.

 

Í morgin kl. 15.00 verður (uttan iva) møguligt at fylgja oddabrakinum ímillum Andorra og Føroyar LIVE, skrivar Finnbjørn Vang, liðleiðari á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.