Talv: FM-2009 fyri einstaklingar - 7. umfar

Í 1. bólki eru Martin Poulsen og Helgi Dam Ziska javnir við 5½ stigi í part. Helgi Dam Ziska telvaði javnt móti Finnbjørn Vang og Martin Poulsen vann á Olaf Berg

 

Støðan í 1. bólki eftir 7 umfør:

 

Nr. 1-2 Martin Poulsen 5½ stig

Nr. 1-2 Helgi Dam Ziska 5½ stig

Nr. 3-4 Ólavur Simonsen 4½ stig

Nr. 3-4 Hans Kristian Simonsen 4½ stig

Nr. 5 Finnbjørn Vang 4 stig

Nr. 6-7 Olaf Berg 3 stig

Nr. 6-7 Sjurður Thorteinsson 3 stig

Nr. 8 Herluf Hansen 2½ stig

Nr. 9 Torkil Nielsen 1½ stig

nr. 10. Rógvi E. Nielsen 1 stig.

 

Í 1. Bólki var oddauppgerð millum Sigurð B. Justinussen og Jákup á R. Andreasen, Sigurð vann og liggr nú einsamallur fremst við 5½ stigi, Jákup á R. Andreasen liggur nr. 2 við 4½ stigi.

 

Støðan eftir 7. umfør

Nr. Navn Rtg Stig

1 Justinussen Sigurð B. 1853 5½

2 Andreasen Jákup á R. 1926 4½

3-5 Jacobsen Súni 1796 4

3-5 Andreasen Andreas 1848 4

3-5 Jógvansson Hjalti T. 1880 4

6-8 Joensen Jógvan 1843 3

6-8 Mikkelsen Jón 1678 3

6-8 Thomsen Jónfinn 1844 3

9-10 Augustinussen Bernhard 1921 2

9-10 Thomsen Bernhard 1899 2

 

Í Almennabólkinum lógu 4 telvarar javnir við 4½ stigi undan 7. umfari, men av teimum eydnaðist tað bara hjá Jón S. Andreasen at fáa fulla úrtøku í dag, Jón liggur sostatt einsamallur fremst við 5½ stigi.

 

Í Unglingabólkinum er nú aftur spenningur um 1. pláss. Heiðrikur T. Jacobsen telvaði javnt móti Heðin Gregersen og Høgni E. Nielsen vann á Eli W. Finnsson, Jóhan Hentze telvaði javnt móti Rúna E. Vørmadal.