Talv: Havnin ella Sandavágur

Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Havnarmenn standa til at taka FM-heitið frá vágamonnum, men við einum rimmar spurti kann Sandavágs Talvfelag endurvinna FM-heitið.

Oddaliðini bresta saman í seinasta umfari. Eitt stig er nóg mikið hjá Havnar Telvingarfelag. Sandavágs Talvfelag skal afturímóti vinna toppdystin í minsta lagi 3½-½ fyri at endurvinna FM.

 

 

 

Spenningurin er ikki minni í botnstríðnum. Stutt er millum B-liðini hjá teimum trimum feløgunum, sum eru umboðað í 1. deild - Sandavágs Talvfelag, Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag

 

 

 

 

 

Beinleiðis á netinum

 

 

 

Allir dystirnir í øllum fýra vaksnamannadeildunum í seinasta umfari verða telvaðir í stórum felagsumfari í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður á middegi - klokkan 12:00.

 

 

 

Skipað verður so fyri, at leinki verður til øll borðini í teimum trimum dystunum í 1. deild. Tað fer tí at bera til at fylgja við á netinum leik fyri leik á øllum tólv borðunum. Leinkið verður at finna á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

 

 

Spenningurin er minni í hinum deildunum. Kollfirðingar hava longu at kalla vunnið 2. deild og tryggjað sær uppflyting fyri seinasta umfar, sama hava toftamenn í 3. deild og havnarmenn í 4. deild.

 

 

 

Í unglingadeildini er stórur spenningur, men har verða seinastu dystirnir ikki telvaðir fyrr enn í komandi viku.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sandavágs Talvfelag vann í fjør bæði FM (1. deild) og 2. deild. Vágamenn hava vunnið FM-heitið í fremstu deildini átta ferðir seinastu trettan árini. Sandavágsmenn hava tí lagt upp á síðuna á klaksvíkingum, ið eisini hava vunnið FM-heitið átta ferðir.

 

 

 

Støðan í 1. deild

 

Havnin (1) 29 stig

 

Sandavágur (1) 26½

 

Klaksvík (1) 17½

 

Klaksvík (2) 12½

 

Sandavágur (2) 11½

 

Havnin (2) 11

 

 

 

1. deild - 10. umfar (9. mars)

 

Sandavágur (1) - Havnin (1)

 

Sandavágur (2) - Klaksvík (2)

 

Klaksvík (1) - Havnin (2)

 

 

 

 

 

 

 

FM síðan aldamótið

 

2000 HT

 

2001 HT

 

2002 VT

 

2003 HT

 

2004 KTF

 

2005 HT

 

2006 VT

 

2007 KTF

 

2008 VT

 

2009 HT

 

2010 KTF

 

2011 ST

 

2012 HT

 

2013 ST

 

2014 ST

 

2015 ST

 

2016 ST

 

2017 HT

 

2018 HT

 

2019 ST

 

2020 HT

 

2021 ST

 

2022 HT

 

2023 ST

 

 

 

FM-sigrar í alt (1971-2023)

 

HT 25

 

ST 8

 

KTF 8

 

VT 6

 

KT 4

 

TT 1

 

TFS 1