Tórmóður á Tórsfest

Enn eitt gávað og dugnaligt føroyskt listafólk kemur á Tórsfest-plakatina. Ungi hoyvíkingurin er eitt risatalent og hevur longu gjørt vart við seg á føroyska og danska tónleikapallinum.

 

Tíðindaskriv:

 

Tórmóður, sum fyrstu ferð gjørdi vart við seg í 2022 við staklagnum “We Both Know”, verður nú við á Tórsfest. Síðani hevur hann latið úr hondum fleiri stakløg – og í apríl kom lagið “Sakni teg enn”, ein duett við Mariu á Lakjuni, sum longu hevur fingið fitt av spælitíð í føroysku lurtunum.

Við síni hásu og inniligu rødd og vøkru, løttu løgum, kunnu vit gleða okkum til eina sterka løtu við Tórmóði á Tórsfest 2025.

Frammanundan er greitt, at m.a. Gavin DeGraw, Eivør, Dizzy Mizz Lizzy, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen, Branco og mong onnur fara at spæla á Tórsfest 2025. Harumframt bjóðar Tórsfest í ár stovukonsertir í Umami, tekno í Perluni og eingilskan dans í Reinsarínum.

Ger skjótt av! Keyp atgongumerki á ebillett.fo fyri kr. 1.050,- umframt avgreiðslugjald.

Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini.