Amerikanska senatið hevur samtykt stóra lógarpakkan hjá Donald Trump, forseta, sum hann kallar "Big, Beautiful Bill".
Tann næstan túsund síður tjúkki lógarpakkin verður nú sendur til góðkenningar í Umboðsmannatinginum, skrivar Reuters.
Atkvøðugreiðslan í senatinum var so tøtt, at varaforsetin J. D. Vance mátti kallast inn at atkvøða, sum tryggjaði ein tepran meiriluta fyri lógarpakkanum.
Tríggir republikanskir senatorar atkvøddu ímóti: Rand Paul, Thom Tillis og Susan Collins.
Undan atkvøðugreiðsluni var heitt kjak og fleiri ávegis atkvøðugreiðslur.
Stóri lógarpakkin hjá Trump fer at leingja skattalættan fyri fleiri túsund milliardir dollarar næstu tíggju árini.
Harumframt fer forsetin at gera drikkjupengar og yvirtíðargjald skattafrítt, m.a.
Hann fer eisini at rulla fleiri av teimum grønu ætlanunum aftur, sum undanmaður hansara í forsetaembætinum, Joe Biden, setti í verk.
Fyri at fíggja ógvusligu skattalættarnar, skulu umleið ein billión dollarar - tað vil siga eina túsund milliard dollarar - skerjast úr Medicaid og heilsutrygdarskipanum.
Medicaid er sjúkratrygdin í USA til fólk við lágum inntøkum ella breki.
Fíggjarmálaráðið hjá kongressini hevur roknað út, at næstan 12 milliónir amerikanarar missa sjúkratrygdina, um lógarpakkin verður samtyktur í verandi líki, skrivar Washington Post.
Skipanin, sum fyrr var kend sum "matfrímerki", verður eisini skorin, stendur í útgávuni, sum nú er samtykt í senatinum.
- Hetta er størsta flyting av ríkidømi frá fátækastu amerikanarum til ríkastu amerikanarar í nýggjari søgu, sigur Natasha Sarin, leiðari fyri hugskotsstovnin Yale Budget Lab, við Washington Post.
Áðrenn uppskotið kann sendast til skriviborðið hjá Trump forseta til undirskrift, skal tað sendast til aðru viðgerð í Umboðsmannatinginum.
Fleiri limir hava mótmælt broytingunum, sum eru við í senatútgávuni.
Ríkimaðurin Elon Musk hevur eisini funnist at lógaruppskotinum fleiri ferðir. Hetta kemst millum annað av, at tað fer at leggja billiónir afturat longu stóru amerikansku tjóðarskuldini.
/Ritzau/