Stór mann­fjøld fagn­aði hond­bólts­spæl­aru­num

Nógv fólk vóru á Vaglinum klokkan 17, tá eitt fagnaðartiltak var fyri U21 hondbóltslandslinum hjá monnum

Aksel V. Johannesen, løgmaður, var fyrstur at halda røðu, síðani Elsa Berg, borgarstjóri í Havn. Síðani helt Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í hondbóltssambandinum røðu.

Havnar Hornorkestur spældi nøkur løg, og aftaná kundu børn fáa plakatir og autografar frá U21-spælarunum, sum sunnudagin vunnu Føroyum bronsu í HM-kappingini í Póllandi.

Síggið fleiri myndir her: Móttøka fyri U21 landsliðnum