Talv: Spenningur um FM-heitið

Vágamenn eru framvegis á odda, men havnarmenn eru nú í hølunum á teimum.

Sandavágsmenn og havnarmenn í einum av mongu toppdystunum seinnu árini um føroyameistaraheitið í talvi.

Hálvtannað stig skilir oddaliðini í FM-stríðnum í talvi, nú tvey umfør eru eftir í landskappingini. Vágamenn eru framvegis á odda, men havnarmenn eru nú í hølunum á teimum. Sunnudagin er næstsíðsta umfar á skránni, og leygardagin 18. mars endar kappingin við innanhýsis dysti millum toppliðini.

 

7. umfar - vágamenn økja

 

 

 

Sjeynda umfar var telvað 5. februar. Her vunnu sandavágsmenn ruddiliga á øðrum liði hjá Havnini. Bara Sjúrður Thorsteinsson á 1. borði hjá havnarliðnum, sum hevur verið ógvuliga lítið við í vetur, stóð mótstøðumanninum kurl.

 

 

 

Føroyameistararnir knógvaðu við bit og slit javnt sterka B-liðnum hjá klaksvíkingum. Stórmeistarin var ikki við á havnarliðnum henda dagin, kortini vóru havnarmenn greiðir favorittar við væl hægri styrkitali á hvørjum borði. Men hvussu var og ikki, so endaði javnt á trimum borðum; bara Olaf Berg vann, soleiðis at dysturin endaði 2½-1½ til FM-liðið.

 

 

 

Í triðja dystinum gjørdi Klaksvík A bart móti uppflytarunum úr Kollafirði, og vunnu á øllum borðum.

 

 

 

7. umfar - 1. deild

 

 

 

7. Umfar tann 2023/02/05 kl. 14:00
Bo.4Havnar Telvingarfelag 2Rtg-6Sandavágs Talvfelag 1Rtg½ :3½PGN
1.1     2143-FM    2274½ - ½PGN
1.2     1912-FM    23940 - 1PGN
1.3     1879-     20500 - 1PGN
1.4     1763-     20230 - 1PGN
Bo.3Havnar Telvingarfelag 1Rtg-5Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg2½:1½PGN
2.1FM    2311-     2012½ - ½PGN
2.2FM    2204-     19901 - 0PGN
2.3     2113-     1919½ - ½PGN
2.4FM    2171-     1913½ - ½PGN
Bo.2Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg-1Kollafjarðar Talvfelag 1Rtg4 : 0PGN
3.1     2189-FM    21981 - 0PGN
3.2     2081-     17911 - 0PGN
3.3     2043-     17361 - 0PGN
3.4     2011-     17731 - 0PGN

 

 

 

 

 

8. umfar - munurin styttist

 

 

 

Í áttanda umfari sunnudagin fingu sandavágsmenn veruliga mótstøðu móti A-liðnum hjá klaksvíkingum. Tað endaði javnt á trimum borðum, men á øðrum borði vann føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen og tryggjaði vágamonnum sigurin í dystinum. Hetta var áttandi sigurin hjá Høgna á rað í landskappingini. hann hevur sum tann einasti fult stigatal í 1. deild.

 

 

 

Havnarmenn gjørdu sína skyldu móti botnliðnum, og vunnu 4-0. Men her var ein sensasjón í umbúna. Hin ungi Árant Djurhuus telvaði sum ein brandur, og hevði at síggja til stórmeistaran Helga Dam Ziska á knøunum, men fjálturin hevur mestur ørkymlað kollfirðingin so mikið, at hann misti tráðin. Helgi loftaði sær kringur í sperdari støðu, og var mentur at venda hóttandi tapi til sigurs á næstan gátuføran hátt.

 

 

 

Í triðja dystinum vann B-liðið hjá Klaksvík á B-liðnum hjá Havnini. Á 4. borði vann hin blaðungi Rógvi Olsen við einans 1400 í styrkitali. Rógvi er sonur fyrrverandi fleirfalda føroyameistaran úr Klaksvíkar Talvfelag, Heini Olsen, sáli.

 

 

 

 

 

8. umfar - 1. deild

 

8. Umfar tann 2023/02/26 kl. 14:00
Bo.6Sandavágs Talvfelag 1Rtg-2Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg2½:1½PGN
1.1FM    2274-     2189½ - ½PGN
1.2FM    2394-     20431 - 0PGN
1.3     2091-     2011½ - ½PGN
1.4     2023-     1908½ - ½PGN
Bo.1Kollafjarðar Talvfelag 1Rtg-3Havnar Telvingarfelag 1Rtg0 : 4PGN
2.1     1791-GM    25430 - 1PGN
2.2     1988-FM    23110 - 1PGN
2.3     1773-FM    22040 - 1PGN
2.4     1699-FM    21710 - 1PGN
Bo.5Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg-4Havnar Telvingarfelag 2Rtg3 : 1PGN
3.1     2012-     19930 - 1PGN
3.2     1994-     19941 - 0PGN
3.3     1913-     19121 - 0PGN
3.4     1400-     17111 - 0PGN

 




Hálvtannað stig er nú á muni millum oddaliðini. Líkt er til, at avgerðin verður aftur at falla í seinna sínamillum dystinum í síðsta umfari.

 

 

 

Kollfirðingar eru í stórum vanda at flyta úr deildini aftur, men sunnudagin er lykadystur millum Kollafjørð og Havnina B, sum heldur ikki kann kenna seg tryggan enn.

 

 

 

 

 

Støðan í 1. deild eftir 8 umfør

 

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6bTB1TB2
1Sandavágs Talvfelag 1**  342616
2Havnar Telvingarfelag 1 ** 44424,514
3Klaksvíkar Talvfelag 2½ **22431 15,56
4Klaksvíkar Talvfelag 1½½ 22** 414,56
5Havnar Telvingarfelag 21½001 ** 94
6Kollafjarðar Talvfelag 10½003 0 **6,52

 



9. umfar (sunnudagin 5. mars)

 

Klaksvík B - Sandavágur

 

Havnin A - Klaksvík A

 

Havnin B - Kollafjørður

 

 

 

10. umfar (leygardagin 18. mars)

 

Sandavágur - Havnin A

 

Klaksvík A - Havnin B

 

Kollafjørður - Klaksvík B

 

 

 

 

 

Hinar deildirnar

 

 

 

Tvey umfør eru eftir í øllum fimm deildunum í landskappingini í talvi. Spenningurin er ikki sørur í flest øllum deildum.

 

 

 

Alt bendir á, at Sandavágs Talvfelag fær eitt lið aftrat í bestu deildini komandi ár. Gaman í eru klaksvíkingar beint í hølunum á vágamonnum í 2. deild, men við sínum báðum liðum í 1. deild, ið ikki eru í niðurflytingarvanda, er greitt, at klaksvíksliðið í 2. deild kann ikki flyta upp.

 

 

 

Afturímóti tykjast vestmenningar vera í fríum falli. Tað er heilt stutt síðani, at teir telvaðu í 1. deild, nú standa teir til at falla niður í 3. deild. So lágt munnu teir ikki hava ligið fyrr. Menn enn hava teir møguleikar at verða hangandi í deildini.

 

 

 

Í 3. deild eru teir á eystara armi á Skálafjørðinum í harðari kapping við sundalagsmenn í Róki um uppflyting, og tað ber ikki beinari á enn so, at oddaliðini bæði bresta saman í týðandi dysti sunnudagin.

 

 

 

Í 4. deild eru liðini tíggju í alt. har gongur eisini lívliga fyri seg, og bara fýra stig eru frá tí fremsta til lið nummar fýra. Har kann tí framvegis alt henda, tó at bara tvey umfør eru eftir.

 

 

 

Í unglingadeildini hava havnardreingir verið fremstir allan vetur, og snáva teir ikki nú í spurtinum, vinna teir helst FM-heitið.

 

 

 

Støðan í 2. deild

 

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6bTB1TB2
1Sandavágs Talvfelag 2**3 233 2013
2Klaksvíkar Talvfelag 31**2  1911
3Kollafjarðar Talvfelag 2 2**2 166
4Havnar Telvingarfelag 421 **1 14,57
5Havnar Telvingarfelag 31½ 2 3**1313,55
6Vestmanna Talvfelag 1 0½ 31**12,56

 

 

 

9. umfar (sunnudagin 5. mars)

 

Klaksvík - Havnin A

 

Vestmanna - Havnin B

 

Kollafjørður - Sandavág

 

 

 

 

 

Støðan í 3. deild

 

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6bTB1TB2
1Kongshavnar Talvfelag 1**½ 342 20,511
2Talvfelagið Rókur 1 **032 31911
3Tofta Talvfelag 1½14** 4 1178
4Sandavágs Talvfelag 4012 **3 169
5Sandavágs Talvfelag 32 0 1**2124
6Kollafjarðar Talvfelag 3½ 1½3½ 2**11,55

 


9. umfar (sunnudagin 5. mars)

Rókur - Kongshavn

 

Toftir - Sandavágur A

 

Kollafjørður - Sandavágur B

 

 

 

Støðan í 4. deild

 

Rk.Lið12345678910TB1TB2
1Klaksvíkar Talvfelag 4*  344442312
2Vestmanna Talvfelag 2 *13 4342212
3Gøtu Talvfelag 13*433 4 2112
4Havnar Telvingarfelag 5 1*3 3341910
5Talvfelagið Rókur 21 0½* 3313,58
6Klaksvíkar Talvfelag 5011 *42 137
7Kongshavnar Talvfelag 2011 0*2 38,53
8Tofta Talvfelag 200 1122* 283
9Gøtu Talvfelag 20½01½  *47,52
10Talvfelagið Rókur 30½ 01 120*4,51

 


9. umfar (sunnudagin 5. mars)

Toftir - Gøta A

 

Rókur B - Klaksvík B

 

Rókur A - Vestmanna

 

Klaksvík A - Havnin

 

Kongshavn - Gøta B

 


 

 

Støðan í unglingadeildini

 

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6bTB1TB2
1Havnar Telvingarfelag 1** 23 44426,515
2Klaksvíkar Talvfelag 1 **2 234342212
3Sandavágs Talvfelag 1212 **32 3318,511
4Gøtu Talvfelag 1½ 212**21 12,55
5Havnar Telvingarfelag 20½10 23**1 93
6Sandavágs Talvfelag 2001011 2 **6,52

 

 

 

9. umfar (mikudagin 8. mars)

 

Gøta - Havnin A

 

Klaksvík - Sandavágur A

 

Havnin B - Sandavágur B

 

Sandavágsmenn og havnarmenn í einum av mongu toppdystunum seinnu árini um føroyameistaraheitið í talvi.