Talv: Stavn um stavn

Nú tvey umfør eru eftir í landskappingini í talvi stendur á jøvnum í oddanum í 1. deild millum føroyameistarnar úr Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag

Vágamenn vóru tvey stig fremri fyri dystirnar í dag, men tann leiðslan er nú fokin. Klaksvíkingar megnaðu javnleik 2-2 móti sandavágsmonnum í Vágum í dag, og havnarmenn vunnu 4-0 á kollfirðingum.

Á fyrsta borði millum Sandavág og Klaksvík telvaðu Høgni Egilstoft Nielsen og Ólavur Simonsen remis. Rógvi Egilstoft Nielsen vann á øðrum borði á Steintór Rasmussen, men á triðja borði eydnaðist Rana Nolsøe at basa Silas Eyðsteinsson. Á fjórða borði telvaðu Torkil Nielsen og Wille Olsen javnt.

Havnarmenn gjørdu bart í Kollafirði

Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Sjúrður Thorsteinsson og Luitjen Akselson Apol vunnu á Hans Kristian Simonsen, Kára Petersen, Bernhard Thomsen og Eivind Jacobsen.

Triði dysturin í 1. deild var í Vestmanna. Har vann annað lið hjá Havnar Telvingarfelag 2½-1½. Remis var á fyrsta borði millum Jákup á Rógvi Andreasen og Rógva Mortensen, Leif Reinert Fjallheim og Herluf Hansen vunnu á ávikavist John Jacobsen og Alfred Olsen, men á fjórða borði vann Rói Holgarson á Margar Berg.

Stórur spenningur er nú bæði í toppi og botni.

Úrslit og støðan í 1. deild eftir 8. umfar:

Sandavágur-Klaksvík 2-2

Kollafjørður-Havnin 0-4

Vestmanna-Havnin B 1½-2½

Havnin 24 stig

Sandavágur 24

Klaksvík 18½

Havnin B 12

Vestmanna 9

Kollafjørður 8½

Klaksvíkingar á odda

Í 2. deild tykjast klaksvíkingar at stevna trygt móti sigri og uppflyting í 1. deild við einum liði aftrat.

Í dag vunnu klaksvíkingar stórsigur á runavíkingum. Finnbjørn Vang, Terji Petersen, Rani Baldursson og Ingolf Gaard vunnu 3½-½ á Brandi Højgaard, Meinhard Danielsen, Rúna Jacobsen og Henrik W. Joensen.

Úrslit og støðan í 2. deild eftir 8. umfar:

Klaksvík-Runavík 3½-½

Gøta-Havnin 2-2

Kollafjørður-Sandavágur 2-2

Klaksvík 22½

Havnin 19

Kollafjrrøður 17½

Sandavágur 14

Runavík 13

Gøta 10

Toppdystur í 3. deild

Í 3. deild eru liðini ikki færri enn ellivu. Í dag var níggjunda umfar á skránni.

Toppdysturin á Toftu millum Toftir og Klaksvík endaði javnur 2.2. Royndir menn mannaðu toftaliðið móti gávaðum unglingum úr Klaksvík.

Á toftaliðnum vóru fyrrverandi føroyameistarar og OL-telvarar sum Jens Chr. Hansen og Bogi Ziska umframt Andrias Danielsen og Andreas Andreasen. Men ungu klaksvíkingarnir, Einar Gregersen, Heðin Gregersen, Flóvin M. Tummasarsson og Jóhann Rói Mortensen fingu óvæntað 2-2.


Úrslit og støðan í 3. deild eftir 9. umfar:

Toftir-Klaksvík 2-2
Kollafjørður B.-Havnin 1½-2½
Sandavágur-Rókur 2-2
Sandavágur B.-Kollafjørður 2-2

Klaksvík 24½

Toftir 24

Havnin 21

Kollafjørður 20½

Sandavágur B 19½

Rókur 15½

Sandavágur A 15

Runavík 13½

Vestmanna 11

Kollafjørrður B 11

Havnin B 4½

Avgerandi endaspurtur

Tvey umfør eru nú eftir í kappingini. Níggjunda og næstsíðsta umfar verður komandi sunnudag 1. mars.

Tá verður telvað soleiðis í 1. deild: Havnin-Klaksvík, Vestmanna-Sandavágur og Havnin B.-Kollafjørður.

At síggja til hava havnarmenn torførari dyst enn sandavágsmenn. Her er tí helst eitt gylt høvi hjá vágamonnum at endurvinna leiðsluna í hørðu kapprenningini um meistaraheitið.

Undir øllum umstøðum er líkt til, at avgerðin í FM-kappingini fellur ikki fyrr enn í síðsta umfari og í innanhýsis toppdystinum millum Sandavág og Havnina.

Endabresturin verður leygardagin 21. mars.