Talvferd til Slovakia

Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum í eitt orð hevur skrivað um talv í Sosialinum, hevur verið á talvferð saman við Eyðuni Nolsøe. Niðanfyri verður prentað ferðafrásøgn teirra.

Úr Keypmannahavn gekk leið okkara suður gjøgnum Evropa. Endastøðin í Presov, Slovakia skuldi vísa seg at verða 27 drúgvar toktímar framanfyri okkum. Áhugavert var at eygleiða landslagið sum streymaði ímóti okkum suður gjøgnum Týskland, Kekkia og Slovakia. Ein sera vøkur náttúra við nógvum

skógarvøkstri, fjøllum og breiðum áum. Tað teknologiska landslagið broyttist eisini, jú longur eystureftir vit komu. Niðurslitin ídnaðartól, bygningar og tokstøðir, og skorsteinarnir sum spýttu svartan royk úr sær. Fyri hvørt tokskiftið vit gjørdu versnaði støðið.


Í presov sum liggur heilt eystri í Slovakia, væntaði okkum ein sera hugnaligur og gestablíður býur. Summarið er serstakliga heitt har á leiðini, og hjá hesum

stolta fólki sýntist høgt til lofta og vítt til veggja.


Í teatrinum í miðbýnum, sum er ein av hesum glæsiligu betonmonstrunum frá kommunistatíðini, varð talvkappingin hildin. Umleið 300 telvarar luttóku, við

undirritaðu sum einastu umboð úr vesturheiminum. Umframt høvuðskappingina vórðu eisini aðrir talvaktivitetir fyriskipaðir, eitt nú simultan í blindtalvi. Her

eydnadist Carl Eli at vinna ímoti kjekkiska IM´arinum Haussner, sum telvaði blint ímóti 5 telvanum. Hesin Haussner vann 3-2.


Kappingin hjá undirritaðu gekk heldur misjavnt. Heilt fram til sjeynda umfar hevdi Eyðun eina sera góða kapping við fleiri góðum úrslitum móti sterkari mótstøðu. Í næstsíðsta -og síðsta umfarinum gekk orkan undan, og hóast lovandi støður á talvborðinum tapti Eyðun tey síðstu talvini. Eyðun fekk hálvtfimta stig av níggju møguligum.


Carl Eli hevdi ilt við at koma í gongd móti sterku mótstøðuni, og raknaði ikki vid fyrrenn ímóti endanum, tá hann megnadi 1,5 stig av tveimum teimum

seinastu talvunum. Carl Eli endaði loksins við trimum stigum.


Samanumtikið ein frálík ferð og eitt gott talvupplivilsi. Vit vilja takka Føroya Lívstrygging, Postverk Føroya og Nordoya Sparikassa fyri vælvildina hesi

sýntu við at studla okkara talvferð.


Talvid í blaðnum er ein góður skalpur hjá Eyduni úr 5. umfari.


Hvítt. Eydun Nolsøe

Svart. Frantisek Lisko: 2339

Presov Chess Festival 12-20. august 2000


1.e4 c5 2. Rif3 Ric6 3. d4 cxd4 4. Rixd4 Rif6 5.Ric3 e5 6.Rib5 d6 7.Bg5 a6 8.Ria3 b5 9.Rid5 Be7 10.Bxf6 Bxf6 11.c3 Bg5 12.Ric2 0-0 13.Rice3 Rb8 14.b3 g6 15.g3 b4 16.c4 Rid4 17.Bg2 Bh6 18.0-0 Bg7 19.Ric2 a5 20.Rixd4 exd4 21.Fd3 a4 22.Rif4 f5 23.Rie2 Ff6 24.Rad1fxe4 25.Fxf4 Bf5 26.Fd5+ Kh8 27. Rixd4 a3 28.Rixf5 gxf5 29.Fxd6 Fg5 30.f4 Fg4 31.Bf3 Fh3 32.Rfe1 Bc3 33.Re6 Bg7 34.c5 Rg8 35.c6 Bf8 36.Fe5+ Bg7 37.Fe2 Rc8 38.Rd7 Bf8 39.Fe5+ Bg7 40.Rxg7 Rxg7 41.Re8+ Rxe8 42.Fxe8+ Rg8 43.Fe5+ Rg7 44.c7

svartur gavst 1-0