Talvlandsliðið er enn væl við

Tað eydnaðist føroyska talvlandsliðnum at fáa eitt hálvt stig ímóti Azerbaijan í gjár, og tað má sigast at vera óført, tí Azerbaijan hevur eitt sera sterkt lið, sum er styrkimett sum nummar sjey í talvolympiaduni.

Hálva stigið eydnaðist John Arna Nilssen at fáa til høldar, tá hann á øðrum borði telvaði javnt ímóti stórmeistaranum, Eltaj Safarli.

Í dag klokkan 13 verður aftur talan um harða mótstøðu, tí Føroyar, sum eru styrkismettar nummar 74 av teimum 150 londunum, møta Georgia, sum er styrkismett nummar 26.

Fyri teir tríggjar dystirnar í Istanbul higartil, hava Føroyar vunnið sjey stig og eru samanlagt nummar 62 – heili 12 pláss oman fyri styrkismetingina.

Sæð í norðurlendskum høpi, eru sjey stig líka nógv sum Finnland hevur fingið, meðan Norra hevur níggju stig, Ísland hálvtníggjunda, og Svøríki og Danmark hava hálvtáttanda stig.