Bárður Nielsen átti at dugað sæð, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 og karmarnir fyri næstu árini taka hædd fyri, at nýskipanirnar verða framdar.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú fyrsta viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 fer at halla.
- Sparingarnar eru innroknaðar í tølini, og sjálvar nýskipanirnar eru antin gjøgnumførdar ella á veg, sigur Jørgen Niclasen.
Formaðurin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum leggur annars landsstýrið undir at gera ov lítið fyri at fáa javnvág í landshúsarhaldið. Bárður Nielsen heldur fast um, at yvirskot skal vera á fíggjarlógini í 2016.
- Vit hava lovað okkum til, mótvegis metingarstovninum Moody’s, at vit skulu fáa skil á búskapin aftur. Tí er tað eitt sera óheppið signal at senda, at vit nú sleppa málinum um yvirskot í 2016, sigur Bárður Nielsen, sum óttast, at kredittvirðið hjá Føroyum lækkar og lánirentan harvið hækkar.
Eisini eftirlýsir Bárður Nielsen, at fráboðaðu nýskipanirnar hjá samgonguni eisini verða framdar.
- Vit mugu bara staðfesta, at einasta nýskipan, sum er framd higartil, er skattanýskipanin. Og her byrjar landsstýrismaðurin so longu at tosa um at fara víðari til næsta stig í nýskipanini. Men samstundis mugu vit eisini staðfesta, at allar hinar nýskipanirnar antin er fullkomiliga uppsteðgaðar ella ongan veg komnar, sigur Bárður Nielsen.
Men kritikkurin er ógrundaður, sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Tí nýskipanirnar eru antin framdar ella á gáttini til at vera framdar.
- Tingini eru gongd, og allar sparingarnar liggja inni í fíggjarkørmunum næstu árini, sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen óttast ikki, at eittnú Moody’s fer at lækka kredittmetingina av føroyska búskapinum. Tí hóast tað í tølunum nú eitur yvirskot í 2017, heldur enn í 2016, so er tamarhald á búskapinum.
- Eftir fleiri ár við undirskoti fáa vit næsta ár yvirskot á grundrakstrinum, sigur Jørgen Niclasen.
Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.