– Har var so mikið hált, at tangabilurin fór á glið út av vegnum og endaði á liðini. Men har var eingin fólkaskaði.
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun um hendingina í Kirkjubø.
Lesið eisini: Tangabilur koppaður í Kirkjubø
Sløkkiliðið í Havn kom at tøma bilin, áðrenn hann kundi fáast uppaftur, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at eingin olja lak úr bilinum
Í morgun er kavi og kalt, og ymiskt er, hvussu væl tað er grivið – og í støðum er eisini jarðrok, sigur vaktleiðarin, sum heitir á fólk um at taka koyrilíkindini til eftirtektar.











