Sum vera man, so tynnist alt soð í hesum verkfalsdøgum, men tað átti tó ikki at forða Høgni Hoydal at ført seg meira mergjað og sakliga fram, enn hann gjørdi í hasi greinini, har hann boðaði frá, hvussu errin hann var av brøgdunum hjá Tjóðveldisflokkinum og Karsteni Hansen á arbeiðsmarknaðarpolitiska økinum.
Lat meg taka nøkur brot burturúr hesi greinini hjá honum, sum viðvíkja mær sjálvum:
-royndin hjá Jóannesi Eidesgaard at spæla verkafólkavinur.....
-royndin at sláa partapolitiskt platt upp á nakað so álvarsligt sum eitt verklfall .....
-Jóannes Eidesgaard tosar aftur ósatt um hækkaðar útreiðslur hjá tí almenna......
Taka vit hetta seinasta fyrst, so viðgongur Høgni Hoydal, sum eisini rætt er, at útreiðslurnar eru munandi øktar seinastu fimm árini, tá hann kemur við einum longum lestri um, hvat pengarnir eru farnir til. Annars kunnu øll síggja hesi tølini við at kaga í almennu roknskapartølini ella fíggjarlógirnar. Alt liggur frammi á heimasíðuni bæði hjá Løgtinginum og Fíggjarmálaráðnum. Har var einki ósatt, harra Høgni Hoydal, tølini tala. Og tølini um nógv dýrkaðu umsitingina eru tíverri eisini røtt. Men tit sita við matkina og hava valt tað soleiðis, tað er tykkara val.
So var tað hetta, at eg skal hava roynt at sligið politiskt platt upp á støðuna á arbeiðsmarknaðinum.
Eg nevndi í míni grein nøkur viðurskifti, sum eg haldi Tjóðveldisflokkurin og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur taklað klossut, og er hetta prógv um vánaligt politiskt handalag. Og eg kann tí gott endurtaka tað einaferð aftrat:
1.Fyri tað fyrsta, at Karsten Hansen ikki longu sama dagin ella longu dagin eftir, at sáttmálin var gjørdur millum SEV og Maskinmeistarafelagið, skrivliga og alment boðaði frá, at hann ikki góðkendi hann.
2.Fyri tað næsta, at Karsten Hansen, tá fakfeløgini hava spælt út við samráðingarupplegginum og hava greitt frá, at júst sáttmálin millum SEV og Maskinmeist-arafelagið var grundarlagið, tá kemur hann sum ketta upp í høvda-trog og sigur, at henda sáttmálan fór hann ikki at góðtaka. Tá hevði sáttmálin verið virkin í næstan seks vikur og brúktur sum grundarlag fyri í minsta lagi einari útgjalding. Ein ósemja á privata arbeiðsmarknaðinum nærkaðist eftir hetta við risafetum.
3.Fyri tað triðja, at sama kvøld, sum tíðindini bórust um, at semingsmennnir fóru at kalla partarnir innaftur til samráðingar, tá kemur Karsten Hansen í útvarpið og sigur, at verða atlit tikin til fíggjarligu útlitini í landinum, so skuldi eingin króna gevast í lønarhækking til feløgini í verkfalli. Ikki eiti á stuðli at geva arbeiðsgevarunum - og eitt ótrúliga vánaligt tíðspunkt at velja sær .
4.Fyri tað fjórða, at Karsten Hansen og Fíggjarmálaráðið eru beinleiðis orsøkin til fastlæstu støðuna hjá maskinmeistarunum og Fiskiveiðieftirlitinum. Maskinmeistarafelagið hevur síðan 2001 ferð eftir ferð biðið Fíggjarmálararáðið um at fáa eftirlønarviðurskiftini endaliga upp á pláss, eftir at maskinmeistararnir á vaktarskipunum gjørdist tænastumenn. Man ønti teimum ikki aftur og enn minni boðaði teimum til fundar. Hóast tænastumannaskipanin júst byggir á álit millum partarnar, so niðurgjørdi Fíggjarmálaráðið hetta felag so nógv, at teir at enda kollektivt søgdu seg úr starvi. Restina av søguni kenna vit øll, men orsøkin liggur úti í glashúsunum á Argjum.
5.Sum tað fimta kundi eg nevnt greinina hjá formanninum í Unga Tjóðveldinum. Eg spurdi, um hetta var nýggja arbeiðsmarknaðarpolitiska linjan hjá flokkinum. Men tað svarið hava vit kanska fingið við lovsonginum frá formanninum henda dagin í bløðunum.
Vist er tað gott, at ein floksformaður er errin av politikkinum hjá flokkinum. Men í hesum førinum prógvar tað so bara tað, at Høgni Hoydal heldur, at henda manngongdin og hesin atburður hjá Tjóðveldisflokkinum og Karsteni Hansen er í lagi. Vit liva í einum fríum landi, so tað má hann gjarna halda, men eg og mong við mær halda so, at hetta er bæði klossut og prógv um eitt stak vánaligt politiskt handalag - og um tað var ætlað ella ei, so eisini ein uppíblanding.