Líka til tað allarsíðsta var tað hildið loyniligt, hvør hevði myndprýtt bókina Ensku rósurnar hjá Madonnu. Helst fyri at vekja áhuga og forvitni hjá fólki.
Jeffrey Fulvimari hevur myndprýtt fyrstu bókina; allar hinar verða prýddar av øðrum grafikarum, so tær fáa allar hvør sítt skap. Nú úrslitið liggur á borðinum sæst, at myndprýðingin telur nógv í samlaða úrslitinum. Stílurin í fyrstu bókini er eitt sindur Bratz-kendur, soleiðis at skilja, at høvdini á gentunum eru ov stór í mun til kroppin, eins og hjá væl umtóktu dukkunum, og tær eru vakrar. Nógvar krussidullur og smálutir seta sín heilt serliga dám á bókina.
Jeffrey Fulvimari er kendur grafikari og hansara verk hava verið víst í eitt nú Vogue, Elle, Glamour, Newsweek og aðrastaðni. Hann hevur verið knýttur at móta, sjónvarps- og blaðlýsingum. Jeffrey Fulvimari sigur, at samstarvið millum seg og Madonnu hevur gingið væl við hesari barnabókini.
? Vit arbeiddu fyrst og fremst gjøgnum internetið. Madonna visti akkurát, hvat hon vildi hava, og tað gjørdi meg als ikki bilsnan. Hon varð ógvuliga greið og tískil ein góður »art director«. Alt byrjaði við grovum sketsjum, og tær fimm rósurnar komu beint úr mínum penni. Síðan hava vit sent myndir aftur og fram, til úrslitið var nøktandi fyri øll, sigur Jim Fulvimari.
Nú bókin liggur á borðinum, er hann glaður um úrslitið. Hetta er fyrstu ferð, hann hevur teknað eina barnabók. Og hann hevur verið glaður fyri avbjóðingina.
? Við »Ensku rósunum« kundi eg úttrykkja meg, vera lættur í sinni, og mær var loyvt at hava tað stuttligt á ein hátt, sum eg ikki sleppi, tá eg tekni til vaksin. Eg kom veruliga at kenna hesar genturnar í bókini. At tekna er sum at spæla sjónleik. Tú gevur fólkunum lív, tú letur tey í, og tú hugsar um, hvussu tey munnu bera seg at, um tú gerst okkurt. Ensku rósurnar eru tær fyrstu, sum eg havi skapt fullkomiliga sjálvur. Tær kennast næstan sum míni egnu børn, og eg føli næstan, at eg skal verja tær, sigur Jim Fulvimari.