Hevði forsetaval verið í Fraklandi nú, hevði landið ivaleyst fyri fyrstu ferð fingið eina kvinnu í embætið. Í hvussu er bendir alt á, at tann 52 ára gamla Ségoléne Royal er tann best umtókti politikarin í Fraklandi í løtuni, og hendir einki óvæntað, hevur hon góðar møguleikar at vinna forsetavalið, sum verður næsta ár.
Hóast eitt ár er eftir til valið, er valstríðið langt síðani byrjað, og Ségoléne Royal hevur tikið dystin upp við Nicolas Sarkozy, innanríkisráðharra, ið helst verður hennara harðasti kappingarneyti. Nógvir fransmenn samanbera hana við amerikonsku Hillary Clinton, ið tykist hava møguleikar at gerast fyrsta kvinnan í forsetaembætinum har, og tað eru tey, sum longu nú ímynda sær tær báðar við fundarborðið á einum G8-toppfundi í framtíðini. Eygleiðarar siga, at tær báðar minna ikki sørt um hvør aðra, og seinni í hesum mánaðinum hittast tær at tosa um felags áhugamál.
Ségoléne Royal er útbúgvin búskaparfrøðingur. Hon hevur sitið í franska tjóðartinginum síðani 1988 og hevur verið ráðharri tvey tíðarskeið. Hon er ógift, men livir saman við formanninum í sosialistaflokkinum, Francois Hollande, og tey eiga fýra børn.