Danskt felag hevur fingið góðkent fyrra part av umsókn síni um at nýta sjálvkoyrandi bussar.
Ein sjálvkoyrandi bussur – uttan hvørki førara ella róður – nærkast nú enn meira donsku vegunum. Felagið Autonomous Mobility hevur fingið góðkent ein sonevndan assessor til fyrstu royndina við sjálvkoyrandi bussum í Danmark, sgiur stjóri felagsins, Peter Sorgenfrei.
– Lógin krevur, at vit skulu hava ein triðja part við til at góðkenna trygdina í royndini. Men innan ta tíð skal hesin assessor góðkennast av Ferðsluráðnum. Og tað er júst tað, sum er hent nú, sigur hann.
Autonomous Mobility vil ikki siga so nógv um royndirnar enn, men tað er vælkent, at felagið hevur ætlanir um samstarv við lærda háskúlan DTU í Lyngby Taarbek Kommune.
Her koyra bussarnir longu nú á stongum øki.
Innlit í umsóknina hjá Autonomous Mobility vísir, at ráðgevingarfelagið Cowi er valt sum assessor til fyrstu royndina, men hvar royndin skal gerast, framgongur ikki.
Hinvegin framgongur tað, at bussarnir skulu »flyta starvsfólk aftur og fram millum parkeringspláss og høvuðsbygning í tí intervalli, har tey møta til arbeiðis og tá tey fara heimaftur«.
Assessorgóðkenningin er fyrsta fetið á veg til eina veruliga myndugleikagóðkenning av bussinum, sum kann koyra sjálvur, men Autonomous Mobility skal eisini senda ein veruliga umsókn til Vejdirektoratet.
Og tað eru ikki bara tey, sum skulu tað, sigur Andreas Egense, deildarleiðari í Vejdirektoratet.
– Støðan er tann, at vit enn ikki hava fingið fyrstu umsóknina. Vit vita, at fleiri umsóknir eru áv eg, og vit vænta skjótt at fáa fyrstu umsóknina, segði deildarleiðarin á einum statusfundi um sjálvkoyrandi tøkni í síðstu viku.
Tá Vejdirektoratet hevur fingið umsóknina, skal hon viðgerast hjá fleiri myndugleikum so sum Færdselsstyrelsen, Ríkispolitinum og Ríkisadvokatinum.
/ritzau/