TANN GANDAÐI HALDAKOPPURIN - Minningarorð um Regin Dahl

Eftir Hanus Kamban

Eitt tíðarskeið nakað fyri 1920 búðu omma og abbi við teirra húski úti í Grønlandi, í einum húsum, sum mær vitandi standa enn, og sum Mikkjal í Grønlandi seinni átti. Á hesum teigum, langt burtur frá sjálvari Havnini, var tá ógvuliga fjarbýlt, og tað fall natúrligt, at børnini í teimum fáu húsunum her “uttan fyri lóg og rætt” – tey í Mattalág, tey á Háskúlanum og tey niðri í Sandagerði – blivu spælisystkin.
Vinskapurin helt sær, varð arvaður, og nøkur av hesum fólkum blivu seinni partur av eins universi, fyrst sum nøvn, seinni sum livandi persónar. Jóhannes av Skarði kom suður til Skúvoyar fyri at savna tilfar til ritgerðir, um ræning ella um tann føroyska leypin. Sjálvsagt búði hann hjá okkum, og soleiðis kom ein at kenna henda blíða og óuppgjørda fróðarmann, sum átti gávuna at duga at tosa við børn og at taka tey í álvara. Á sumri 1957 fekk eg sum frítíðararbeiði at vera eitt slag av hjálparmanni hjá Sverra Dahl, nú grivið var út í Tjørnuvík. Eisini hann bleiv ein góður kenningur, hóast ein als ikki – sum hann kanska hevði vónað – gekk við einum komandi fornfrøðingi undir belti.
Regin Dahl, borin í heim í 1918, var, sum seinføðingur og seinni útiseti, verandi í útryðjuni á hesum heimi, sum eitt navn og ein søgn. Hetta broyttist nakað í 1962, tá eg var læraravikarur í Norðradali og Syðradali. Sum fyrr klaktum studentum vant leitaði ein hetta summarið, saman við nøkrum vinfólkum, á pisuveitlu, sum, haldi eg meg minnast, varð hildin í Klubbanum (ella tí gomlu Losjuni). Brádliga sást mitt í veitslurokinum ein klænvaksin maður daga á pallinum og, við heldur flakkandi yvirbragdi, halda eina røðu, sum hevði yvir sær ein fremmandan uttandám, men týðiliga var ein kritisk viðmerking til andan í okkara studentaskúla.
Her var peikað á aðra leið enn ta sløttu, sum er steinsett við próvtøkum, ærutrá og glæsiligari starvsrás, kanska á hana, sum gongur um reyn og brættlendi, frælsi hins intellektuella, bohemsins ella listarmanins sjálvskaptu og torføru leið. Talan elvdi til orðaskifti, og onkur hevði hug at taka Thomas Nygaard og hansara heiðurligu manning, allir teirra vælgjørdir álvarsmenn, ongin tó “gestur á fjøl” við “bólstað á berajóli”, í forsvar. Ája. Long, long ago.
Umgerðin var ikki so kám longur, navnið hevði fingið hold. Um hetta mundið var ið hvussu er eitt av Regins løgum kent, tað til tekstin um ta gomlu krambúðina, sum var at hoyra í Útvarpinum, borið fram av Regini sjálvum, við hansara egna, eyðkenda klaver-fylgispæli, longu stutt eftir at tann nýggi miðilin var farin at senda, í 1957.
Ein av mínum vinum, sum var farin burtur at lesa, lærdi meg nú lagið til Hans Andriasar sang um firvaldin, ið, hóast hann var bæði fínur og væl bustaður, fekk krakk frá fluguni. Sami unglingi fortaldi eisini, at Regin var ikki bara yrkjari, tónaskald og sangari, men vertskapsmaður við veldugari útgeislan. Burtur úr hesum og øðrum hissini viðmerkingum skaptist ein mynd ikki ólík henni av øðrum av Óðins ravnum, sum á degi førdi eina heldur bleika og fjaðursára tilveru (um hann yvirhøvur var til, í holdligari merking), men sum ernaðist upp móti kvøldi, og eftir midnátt sveimaði, við veldugum skugga og kveikjandi, men samstundis ridlutum anda, sum ein veingjaður Poe, gjøgnum stórbýarins fløskubølir.
Sekstiárini vóru komin til trota, sjálvur starvaðist eg sum rættlesari á Berlingske Tidende, Heretica og Rilke vóru langt burturi, á lofti millum okkum ungu vóru nú William Burroughs, Allen Ginsburg, Hermann Hesse ella The Velvet Underground. Ofta plagdi ein, eftir arbeiðstíð út ímóti midnátt, at spáka yvir á Gamla Skarv. Og har hendi tað eina náttina, at hesin gammurin úr fornsøguheimi kom á gátt og floygdi seg niður við eins borð, saman við, um meg minnist rætt, Valdemari Dalsgaard og onkrum øðrum. Sum so mangan um hetta mundið var marxisman, sum heimspekilig og ástøðilig stevna, á lofti, og Regin læt í hesum sambandi mong leysasøkk, eyðkend av eygleiðing heldur enn trúgv, av munni.
Áhugin fyri yrkjaranum Regini Dahl var annars komin seint. Føroya Studentaskúli var sum heild ein góður skúli, men – sum ivaleyst eisini mangur stovnur í Danmark av hesum slag – knípti tað við innleiðslu í modernað rák sum modernismu ella eksistentialismu. Nøvn sum Eliot, Yeats og Kafka, teirra verk og heimar, noyddist ein sjálvur at leita upp og kunna seg við.
Nú bar so á, at undirritaði í 1967 varð yvirtalaður til at taka við sum blaðstjóri á tí føroyska studentablaðnum Fjølnir, við fyrst Rólant Dam Jacobsen og seinni Jóannes Dalsgaard sum medblaðtjóra. Frá byrjan fingu vit tekstir frá Regini, fyrst yrkingina “Blíði bóndi”, seinni “Koldinghalgir” og “Evsta skjaldur”.
Yrkingarnar bankaðu uppá í eins hugahøll, fingu sess heldur uttarlaga í fyrstuni, gjørdust kenningar og komu so við og við til háborðs. Hvat “Koldinghalgir” í grundini snúði seg um, var ikki heilt greitt, reglur sum “onkur grúkurin við klombrum kanska gjøgnumgløddur” boðaðu tó ikki frá nøkrum jólahugna, og tekstirnir í partinum Á nýggjárum” (sum sugu seg so fastar í sinninum, at ein ongantíð gloymdi teir aftur) boðaðu ikki frá, at Harrans nýár bara hevði hugfarsligan farm í kneppinum:

Kavaskýming, ársloks-hvarv,
hvørvingar, kvettingar, karv.

Orkusør, einsamøll, øll –
mjølvar úr erva líklaks-mjøll.

Rásaloysi, ills manns slóð –
deyðin syngur sítt kvøldsljóð.

Henda tíðin var annars ikki nøkur natúrlig reginstíð. Í kjalarvørrinum á ungdómsuppreistrinum kom marxisman, og ein kundi nú velja av tí bognandi sjálvtøkuborðinum, eina av mongum ymiskum dogmatiskum útleggingum, frá Marcuse til Althusser. Regin Dahl, við síni hugmynd av andsmenninum sum frælsum og tortrúnum yvir av øllum hugmyndafrøðiligum stevnum, var ómodernaður, næstan persona non grata.
Heldur ikki tónasmiðurin ella sangarin Regin Dahl var bara umtóktur um hetta mundið, hansara føroyski originalitetur og hansara persónliga og sera tolkandi framførsla, við dámi av Schubert, sýntust at sampakka illa við ungdómsmentanina og hennara tokka til alt eingilskt ella amerikanskt ella til tann dygdargóða, men meira átuliga føroyska vísu- og popptónleikin hjá eitt nú Harkaliðnum, sum legði frá landi um hetta mundið. Einki ilt um hetta, tíðir skifta og skulu skifta. Í dag vita vit tó, at Regin var meira í samsvar við tíðarandan, enn tátíðar kyndlar høvdu fyritreytir til at gruna, og at hann, Bob Dylan, Wolf Biermann og Kári P. eru systkinabørn.
Sum árini gingu, kom ein at kenna henda mann betur, enntá at hava ikki sørt av samstarvi við hann. Og hóast tann uttara ramman ikki altíð var av gulli, og ein meira enn so á hansara leiðum kundi hóma bæði “rásaloysi” og “kvettingar” og “karv”, so hevði Regin hesa merkiligu gávuna til í samrøðu at ganda fram onkra persónsmensku, Rasmus á Háskúlanum ella Kristin í Geil ella Enokk á Frælsinum, so hon brádliga fylti rúmið, og øll “ills manns slóð” varð gloymd.
Hann minti tá ikki sørt um ein illusjónist, sum tekur teg á bóli við einum kunnleika, tú ikki hevði grunað at hann hevði, um sera ymisk ting, heimspeki, skaldskap, Havnina (eitt endaleyst og ótømandi samrøðuevni), og til at fata og lýsa kompleks og ofta sera fjarløgd fyribrigdir. Hann var ein alfrøðimaður, hvørs vitan ikki var fest á blað, men glógvaði brádliga og neistrandi, kanska uppi yvir einum konjakk-glasi, í tí stokkutu og hepnu løtuni.
Eisini hómaði ein, í hansara egnu persónsmensku, onkra togan millum mótsetningar, nakað ógvuliga viðkvæmt og milt, og samstundis okkurt, ið var meira harðført, kanska eisini stundum hart. Kanska var hetta ein neyðug fyritreyt í eini tilveru, sum fataði bæði um mikla signing og brostnar borgir. Tann list, sum spretti úr hesum mótsetningum, og sum í dag er sjónlig fyri øllum áhugaðum, sum orð, lag og sangur, kann bara vekja stóra undran. Sum lembas-breyðið í Ringanna Harra ella tann gandaði haldakoppurin, hvørs botnur dýpist og hvørs drykkur fløðir, meira tú leskar teg av honum.