Tann óhefti viðmerkjarin

Løgið at hoyra fyrrverandi fornermaða javnaðarmannin Jóannes N. Dalsgaard vera høvuðsviðmerkjara í útvarpinum um støðuna hjá Javnaðarflokkinum.

Hvussu kann ein maður, sum er rýmdur úr einum flokki, tí hann ikki fekk sín vilja, vera óheftur viðmerkjari um politisku støðuna hjá sama flokki? Hetta má kringvarpsstjórin hava eina meining um og koma út við.

Tá fullveldisøðin var upp á tað villasta vóru allir flokkar drignir við at koma við einari ella aðrari loysn upp á framtíðar viðurskifti ímillum Føroyar og Danmark. Fyri Javnaðarfloksins viðkomandi var úrlsitið tann sonevnda sjálvstýrislógin. Hjá Sambandsflokkinum var nýskipanaruppskotið svarið.

Ein av høvundunum aftan fyri uppskot Javnaðarfloksins um sonevndu sjálvstýrislógina var Jóannes N. Dalsgaard. Orsøkin til at hann kom í hendan bólk var millum annað eftir uppskoti frá undirritaða, sum var ein av teimum, sum var troyttur av at hoyra hansara óteljandi mjarran á landsfundum Javnaðarfloksins um vantandi sjálvstýrispolitikk Javnaðarfloksins.

Maðurin fann ikki útav, at høvuðspolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum var ikki sjálvstýri, og tí var ikki undirtøka fyri hansara sjónarmiðum á mongum landsfundum. Hvat ger man fyri at fáa frið at halda landsfund? Ein góður gamal máti, fyri at fáa summi at tiga, er at velja tey í eina nevnd. Tá Jóannes N. Dalsgaard fann út av, at hann ikki fekk undirtøku fyri sínum sjónarmiðum í Javnaðarflokkinum, rýmdi maðurin í øðini.

Tað næsta sum hoyrdist til tann óhefta viðmerkjaran var, at hann var valevni fyri Gamla Sjálvstýri í Norðurstreymi. Síðani hevur Jóannes N. Dalsgaard fyri opnari mikrofon hjá Útvarpinum brúkt allar møguleikar at hegla niður á Javnaðarflokkin um júst tey tingini, sum hann ikki kláraði at fáa ígjøgnum, meðan hann var inni í flokkinum.

Mín spurningur til kringvarpsstjóran - sum vanligvís ikki svarar - og Kringvarpsstýrið er:

- Hvussu fríar ræsur kann ein, sum kallar seg óheftan, fáa í almenna útvarpinum til at koma við púra høpisleysum gitingum, sum vit upplivdu í tíðindasendingini á middegi í dag?

- Er tað veruliga so, at man kann fáa fríar ræsur í almenna útvarpinum at viðgera innhýsis viðurskifti í einum flokki, sum man sjálvur er rýmdur úr, og samstundis kalla seg fyri óheftan viðmerkjara?

Svarar kringvarpsstjórin ikki, so fer spurningurin víðari til Kringvarpsstýrið seinni.