Í Føroya rætti kunnu ákærd og vitni velja, um tey tosa føroyskt ella danskt.
Fyri tað mesta er tað eingin trupulleiki, um fólkini velja at tosa føroyskt, tí dómararnir skilja allir føroyskt, og tað gera summir ákærar eisini.
Men nú so fáir løgfrøðingar eru hjá fútanum, koma avloysarar úr Danmark til Føroya at virka styttri tíðarskeið, og hesir skilja als ikki føroyskt.
Dómarin spyr tí ákærd og vitni, um tey hava nakað ímóti at tosa danskt, og tey flestu hava einki ímóti tí.
Men hósdagin bar einki til, tí tann ákærdi, sum var íslendingur, skilti ikki eitt orð av donskum. Hann kundi málbera seg á føroyskum, íslendskum ella enskum.
Í staðin fyri at brúka føroyskt sum rættarmál og tulka spurningarnar hjá ákæranum til føroyskt, var málið danskt, og verjin hjá tí ákærda varð biðin um at umseta tað danska fyri tí ákærda. Men verjin hevði sítt arbeiði at røkja, skuldi lurta og fekk ikki umsett alt.
Alt á donskum
Øll proseduran var á donskum, og tað sást á tí ákærda, at alt fór framvið. Hann skilti einki av tí, sum fór fram.
Turið Debes Hentze, advokatur heldur tað vera nokkso álvarsamt vi málsligu trupuleikunum í rættinum.
Hon minnist ein dómara, sum kravdi, at øll skuldu tosa danskt í rættinum, men hon noktaði. Hann seg, at tey skuldu tosa danskt fyri rættartrygdina, tí hann vildi vera vísur í, at hann skilti alt rætt. Hon svaraði aftur, at tað eisini snúði seg um rættartrygd at geva fólki møguleikan at tosa sítt egna mál.
- Tað eru serliga yngri fólk, sum hava ilt við at tosa danskt. Á donskum fáa tey ikki sagt tað, sum tey veruliga ætla at siga, og tí kunnu tey verða misskilt. Tað stendur eisini nógv á fólki, sum eru í rættinum. Tí snýr tað seg um rættartrygd, at tey ákærdu sleppa at siga tað, sum tey vilja siga og kunnu fylgja við í tí, sum hendir, sigur Turið Debes Hentze.
Tá ið tey ákærdu eru úr fremmandum londum, er vanligt at brúka tulk, men tá er oftast talan um størri mál.