Tann nýggi Maradona

Hálovandi orðini eru tíðum heft á nýggj argentinsk stórtalent. Men sjáldan hava vónirnar verið somikið stórar, sum tær hava verið tað viðvíkjandi lítla Lionel Messi

Argentina

Sum bara 19 ára gamal hevur Messi í ár sligið sítt navn fast við sjey-tumma seymi. Á Champions-League vinnandi liðnum hjá Barcelona hevur lítli offensiv-spælarin havt ein lyklaleiklut. Og hóast liðið eisini telur menn sum Etoo og Ronaldinho, so snúi at kalla øll upptaktin til finaluna móti Arsenal seg um, hvørt lítli gandakallurin skuldi verða tøkur til finaluna.
Tað gjørdist Messi ikki, men hetta kann tó bert vera viðvirkandi til at økja motivatión hansara, nú Argentina enn einaferð skal royna seg í einum HM-endaspæli.
Og hóast unga aldurin, so er longu nú nógv, sum bendir á, at unglingin er førur fyri at taka ábyrgdina á seg.
Sálarliga styrkin er óvanlig hjá einum somikið ungum spælara, og ikki eingongd Mourinho-glosurnar um sjónleik eftir fjórðingsfinaluna móti Chelsea tóktust á nakran hátta at nerta unga argentinan.
Skjóta sálarliga búningin hevur kanska eisini sína frágreiðing. At Messi er klaktur á talent-deplinum hjá Barcelona hevur nevnliga sínar heilt serligu orsøkir. Sum smádrongur var Messi álvarsliga sjúkur av eini sjáldsamari vakstrarlagssjúku. Læknaliga støðið í Europa er í flestu mátar hægri, enn tað er í Suðuramerika, og tí gjørdu foreldur hansara av at flyta til Spania, soleiðis at sonurin kundi fáa bestu hugsandi viðgerðina.
Hóast evnini við bóltinum vóru framúr, so ivaðust summar fótbóltsskótar í, hvørt lítli kroppurin kundi taka trýstið, sum fylgir við yrkisfótbóltinum, men í Barcelona vóru tey tó til reiðar at taka kjansin. Og tað munnu tey ongantíð hava angra.
Liðið hevði tá longu Saviola og Riquelme í hópinum, men hvørgin teirra megnaði av álvara at sláa ígjøgnum. Men fyri fótbóltsevnini hjá Messi var hetta tó eingin forðing. Longu eftir fyrsta dystin taldist hann millum favorittarnar hjá áskoðarunum, og síðani hevur kósin verið sett beint móti toppinum.
Higartil hevur talan verið um HM-heitið fyri U-20 landslið, spanska meistaraheitið og Champions League. Í summar er møguleikin fyri tí heilt stóra steypinum til staðar. Røkkur hann eisini hesum, kann Lionel Messi av sonnum sammeta seg við størsta spælaran, sum Argentina nakrantíð hevur fostrað.