Tann rætti dómurin

Næstan allir norðmenn halda, at Anders Behring Breivik fekk tann rætta dómin í tingrættinum í Oslo í gjár.

Í einari meiningakanning, sum er gjørd fyri blaðið VG, siga 87,2 prosent av teimum spurdu, at tað var rætt av dómarunum at døma Breivik út frá tí, at hann hevði sítt fulla vit, tá hann framdi sínar illgerðir. Bara 5,8 halda, at dómararnir fóru skeivir í hesum.

Í somu kanning siga 76,5 prosent, at tað var rætt av dómarunum at ganga ímóti teirri sálarkanningini, sum segði Breivik vera óegnaðan til revsing. 5,8 prosent siga nei, og 17,6 prosent vita ikki.