Andres Manuel Lopez Obrador, sum tapti forsetavalið í Meksiko um vikuskiftið, vil hava valmyndugleikarnar at telja atkvøðurnar umaftur, tí hann hevur ikki álit á úrslitinum, sum myndugleikarnir eru komnir til.
Obrador stillaði upp fyri vinstravongin og fekk 31,64 prosent av atkvøðunum. Vinnarin, Enrique Pena Nieto, fekk 38,15 prosent.
Andres Manuel Lopez Obrador sigur, at tað er til gagns fyri demokratiið at telja atkvøðurnar eina ferð afturat. Hann hevur ikki viðurkent úrslitið, sum valnevndin hevur kunngjørt, og hann hevur heldur ikki ynskt Nieto tillukku við sigrinum.
Obrador stillaði eisini upp á forsetavalinum í 2006 og tapti tá ímóti Felipe Calderon. Aftan á valið eggjaði hann sínum viðhaldsfólki til at mótmæla úrslitinum, og tað elvdi til mótmælisgongur í fleiri býum.