Gøtumenn hava eina torføra uppgávu á skránni, tá teir í morgin skulu royna seg á Vágseiði. VB fekk ein orduligan lúsing hósdagin í Gundadali, og tað skal rættast uppaftur.
Talan er um lyklauppgerð fyri báðar partar. Um annað liðið fær trý stig, so eru teir væl við í stríðnum um fremstu plássini, meðan tapandi parturin dettur orduliga burtur ímillum.
Tey seinnu árini hevur tað verið eitt sindur upp og niður. Í fjør vann GÍ báðar dystirnar 3?1, meðan VB í fyrraárið vann báðar dystirnar við tveimum málum. Í Vági endaði tað 3?1, og í Gøtu vann VB 2?0.
Felags fyri bæði VB og GÍ er, at tey hósdagin vóru annar parturin av strævnari hálvfinalu í steypakappingini.
Lyklaspælarar ivasamir
Í hálvfinaluni saknaðu gøtumenn liðformannin Magna Jarnskor, Jóan Petur Olsen og Poul Ennigarð. Tað er greitt, at Poul Ennigarð verður við í Vági. Tað er eisini greitt, at Jóan Petur Olsen verður ikki við í morgin. Magni Jarnskor lá við nógvum hita hósdagin.
Í Gøtu vóna teir, at liðformaðurin verður tøkur í morgin, og sjálvt um hann kanska verður eitt sindur beindovin, so er einki at ivast í, at Johan Nielsen setur sítt álit á mannin, ið hann metir at vera tann týdningarmiklasta hjá GÍ.
Vágbingar hava síðani teir komu suður í góðveðrinum hóskvøldið slikkað sárini, sum HB gav teimum. Milan Kuljic varð rikin av vølli hósdagin, og hann er tískil leikbannaður í morgin.tandi fótbóltsspæl.
Hóast onkur av málunum vóru vøkur á at líta, so vóru hesi úrslit av einmansavrikum ella einstakari góðari sending, heldur enn góðum fótbóltsspæli.
Í ávísum førum tóktust leikarar eisini at hava gloymt alt um fótbóltsspæl, og royndu heldur at berja mótstøðumenninar niður, og eitt nú er Hans á Lag helst fegin um, at dómarin ikki sá hann koyra Eyðstein Skipanes um koll, meðan bólturin var aðrastaðni á vøllinum.
Yvirhøvur tóktist dómarin ikki at ansa nóg væl eftir teimum ónollum, sum vórðu framdar á vøllinum, tá bólturin var aðrastaðni. Ikki tí, dómarin skal sjálvandi hyggja at tí, sum fyriferst, har bólturin er, men hinvegin kom fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón.
Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð kom í nær námind tí spæli, sum teir sýndu í hálvfinaluni móti VB, og har toftamenn heldur ikki fingu prógvað, hví teir eiga rættin at kalla seg oddalið.
Ikki tí. Ein dygd hjá oddaliðum er sjálvsagt eisini at fáa úrtøku úr møguleikum sínum, og hetta megnaði B68 til eitt reint 13-tal, og var hetta eisini at kalla einasta orsøkin til, at teir fingu stigini við sær heimaftur.
HB-B68 3-4 (2-2)
1-0: Andrew av Fløtum 8.
1-1: Marcello Marcelino 13.
1-2: Øssur Hansen 18.
2-2: Hallur Danielsen 44.
3-2: Jón Rói Jacobsen 46.
3-3: Suni Fríði Johannesen (br.) 57.
3-4: Marcello Marcelinho 90.
Dómari: Petur Reinert
HB:
Bárður Johannsen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
B68:
Magnus Poulsen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus - Jan Petersen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen - Marcello Marcelino, Súni Fríði Johannesen