Fótbóltur
Dysturin hjá Føroyum móti Eysturríki var fyrsta royndin hjá Føroyum í altjóða undankapping, og Herzog sigur, at teir valla tímdu at taka uppgávuna í álvara.
- Vit hugsaðu, at um vit spældu væl, so vunnu vit 10-0. Spældu vit illa, so vunnu vit 3-0. So tú kanst siga, at vit raknaðu við, meðan dysturin varð spældur, sigur Herzog um dystin, har timbursølumaðurin úr Sandavági, Torkil Nielsen, eftir 61 minuttum gjørdist tjóðarhetja.
Fram til hetta hevði eysturríkska liðið nakrar góðar møguleikar, men teir vórðu allir skammiliga misnýttir. Ikki minst av stóru stjørnuni, Toni Polster.
- Eg minnist eg tosaði við hann undir dystinum. Eg segði “Toni, nú mugu vit fáa gongd á. Einasta svarið, sum hann gav mær, var “Herzal (lítli Herzog, blðm.), tak tað nú róligt”
- Tað var hart. Fólk flentu eftir okkum á gøtuni, og tapið kostaði eisini Josef Hickersberger starvið sum venjari. Men tað var samstundis okkara egna skuld, og tað noyddust vit at taka ábyrgdina av. Eisini hóast talan var um eina altjóða skomm, sigur Herzog.
Miðvallarin, sum tá var 22 ára gamal, spældi í Landskrona sín 21. av tilsamans 103 landsdystum. Men hvørki hann ella nakar av liðfeløgunum høvdu orkuna at koppa dystinum, eftir at Føroyar høvdu skorað.
- Aftan á 1-0 málið vóru vit fullkomuliga groggy, og eg haldi ikki, at vit veruliga skaptu nakrar møguleikar eftir hetta. Og onkursvegna kanst tú siga, at vit als ikki fataðu, hvat tað var, sum hendi.
Men hóast talan var um eina altjóða eyðmýking, sum Herzog ongan tíð fyrr ella seinni hevur upplivað, so dugir núverandi hjálparvenjarin kortini eisini at skemta eitt sindur um hendingina.
Saman við áleyparanum Peter Pacult skuldi Herzog nevnliga til doping-roynd eftir dystin, men tað helt hann sjálvur vera heldur óneyðugt.
- Vit spurdu UEFA-eftirlitsmannin, um hann var púrasta óður í høvdinum. Hvussu ólukkan kundi hann halda, at vit vóru dopaðir, soleiðis sum vit spældu!
- Júst tað er kanska nakað, sum eg kann flenna eftir í dag. Men tapið er framvegis nakað, sum nívur okkum, sum spældi við handan dystin, sigur Andreas Herzog.