Tapti eftir brotsspørk

Tað eydnaðist ikki hjá Tomislav Sivic at vinna sítt næsta steyp upp á tvær vikur, tá lið hansara í gjár spældu finaludyst í Ungarn

Diosgyori, har fyrrverandi venjarin hjá VB, B36 og KÍ nú er venjari, var í gjár partur av steypafinaluni í Ungarn, har Ujpest var mótstøðulið.

 

Sjálvur mátti Tomislav taka til takkar við plássi millum áskoðararnar í finaluni. Hann fekk nevnliga leikbann eftir nakrar viðmerkingar, sum hann hevði um dómaran í dysti herfyri, og hóast felagið hevur kært dómin, so vísti ungverska fótbóltssambandið onga náði.

 

Og Tomislav skuldi ígjøgnum alt kensluregistarið, meðan dysturin varð spældur. Stóri pinnurin hevði bara verið seks ferðir runt, tá Ujpest legði seg á odda. Fleiri stórir møguleikar vóru báðar vegir, men alt bendi á, at talan bert skuldi verða um tað eina málið.

 

Beint sum teir 90 minuttirnir vóru farnir, eydnaðist tó Diosgyori at javna eftir flatt innlegg úr høgru, og so máttu liðini spæla longda leiktíð. Her kom einki mál, og meðan Diosgyori misnýtti tvey av brotsspørkunum, tá hesi skuldu til, skoraði Ujpest upp á fyrstu fýra skotini, og so var leyst og liðugt.

 

Soleiðis endaði Tomislav Sivic árið við einum gull- og einum silvurmerkið. Gullmerkið kom til høldar í lítlu steypakappingini – Liga-cup – fyri tveimum vikum síðani. Eitt umfar er eftir í landskappingini, men har kann Diosgyori í besta lagi gerast nummar fimm – og tað er akkurát ov lítið til at koma út í Europa.