Taptu eisini móti Cypros

Í dag spældi landsliðið móti Cypros, og hendan dystin vunnu heimemenninir við sjey málum.

Føroyar vóru annars á odda við einum máli í hálvleikinum, men eftir steðgin megnaði liðið ikki at halda fast, og spakuliga dróg Cypros longur og longur burtur.

 

Føroysku málini í dag skutu: Heini Hanusarson 8, Finnur Hansson 4, Bjarti Hansen 4, Sámal Joensen 4, Tróndur Kragesteen 3, Janus Sørensen 1, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Tummas Pauli Hanusarson 1

 

Føroyar-Cypros 27-34 (16-15)