Taptu fyrsta dystin

Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum slapp tó undan stórtapi ímóti Turkalandi.

Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum er í hesum døgum í Slovenia, har teir spæla EM-undankapping. Teir eru í bólki saman við Slovenia, Turkalandi og Belgia.


Fyrsti dysturin var á skránni í dag, og hann endaði við, at føroysku dreingirnir taptu 3-0 ímóti Turkalandi. Guven Yalcin skeyt øll málini í fyrra hálvleiki.


Leygardagin skal føroyska U17-landsliðið spæla ímóti Belgia, og týsdagin bíðar vertstjóðin Slovenia. Tey bæði liðini hittust í dag, og tann dystin vann Belgia 2-1.