Tarvur drap tarvafiktara

29 ára gamli tarvafiktarin Victor Barrio doyði í gjár, tá tarvurin, ið hann østi, stangaði hann til deyðis. Tarvurin rakti tarvafiktarin í bringuna.


Sostatt gjørdist Victor Barrio næsti persónurin, ið varð dripin av einum tarvi í Spania leygardagin. Fyrr um dagin doyði ein 28 ára gamal maður, tá hann luttók í tarvarenning í bygdini Pedreguer, nærhendis Valencia.


Hóast tarvafikting er vanlig í Spania, so er hetta fyrstu ferð síðani 1985, at ein tarvafiktari er deyður í einum tarvadysti. Sambært BBC, so var seinasti tarvafiktarin, ið doyði í einum tarvadysti, Jose Cubero.


Sambært spanska blaðnum El Pais, so hava tarvar seinastu øldina dripið 134 fólk, harav 34 tarvafiktarar.