Tasiilaq: Neyðugt var at flyta 47 fólk úr húsunum

Rútar brotnaðu í fleiri húsum í grønlendska býnum, Tasiilaq, tá ódnin herjaði, og neyðugt var at flyta 47 fólk úr húsum sínum, harav 30 endaðu í felagshúsinum í býnum.

 

 

Í morgun veit Sermitsiaq at siga, at fráboðaða ódnin, sum væntandi fór at raka grønlendska býin, Tasiilaq, í gjár, gjørdist rættiliga hørð.

 

DMI ávaraði um, at vindurin í hvirlum kundi koma upp ímóti 50 metrum um sekundið, og hesar metingar gjørdust eisini veruleiki í gjár.

 

Á sínari heimasíðu veit DMI at siga, at tá vindurin var mestur, vóru 34 metrar um sekundið - og í hvirlum upp í 53 metrar um sekundið.

 

Grønlands Politi sigur, at ógvusliga veðrið í Tasiilaq hevði við sær, at 47 fólk noyddust úr húsum sínum, harav 30 vórðu flutt í felagshúsið í býnum.

 

- Orsøkin til, at neyðugt var at flyta fólk úr húsum sínum, var, at fleiri rútar fóru í knús, sigur løgreglan.

 

Ein av familjunum, sum noyddist úr sínum húsum í ringa veðrinum, hevði eitt sjúkt barn, og hendan familjan varð flutt á sjúkrahúsið.

 

Grønlands Politi hevur onga fráboðan fingið um, at ódnarveðrið í Tasiilaq hevur elvt til persónsskaðar.

 

Sambært løgregluni er vindurin minkaður í morgun.

 

Á sosialum miðlum skriva fleiri fólk í grønlendska býnum, at veðrið var óvanliga ringt, og sagt verður frá skaðum á hús, bilar og jollur.