TB 16 stig undan avbjóðaranum

Hóast HB vann, og KÍ megnaði javnleik í Vági, so eru tey framvegis á niðurflytingarplássum

Fyrr í dag varð staðfest her á síðuni, at TB eftir ellivu umfør framvegis hevur fulla úrtøku. Páll Guðlaugsson og hansara menn vóru seinnapartin í Sandavági, har teir vunnu 2-0. Tað reið leingi um snarið, og 07Vestur hevði tíðliga í 2. hálvleiki møguleikar at leggja seg framum. Ivan Stojkovic var brandur millum TB stólparnar, og síðstu 20 minuttirnar skoraði TB tvær ferðir.

Umframt 07Vestur er tað FC Suðuroy, sum saman við TB kappast um at flyta upp. Í dag eydnaðist tað ikki hjá favorittunum í FC Suðuroy at vinna fulla úrtøku. Teir høvdu vitjan av KÍ, sum er á niðurflytingarplássi, og tað eydnaðist klaksvíkingum at fara norður um aftur við einum stigi. Úrslitið var 2-2, og Lindi Gardar hjá KÍ var tvífaldur málskjútti.

 

 

Hitt liðið á niðurflytingarplássi er HB, sum undan hesum umfarinum ongan dystin hevði vunnið. Í dag eydnaðist tað, tá ið AB varð sent úr Gundadali við 2-1 tapi. Poul Ingason og Bárður Johnson Heinesen, sum undan hesum kappingarárinum fluttu úr ávikavíst TB og KÍ fyri at royna eydnuna í meistaraliðnum, skoraðu HB málini, og Karstin Højgaard, sum varð skiftur inn á AB liðið beinanvegin eftir steðgin, minkaði um munin.

Í Leirvík endaði grannauppgerðin millum Víking og NSÍ 1-1, og í Gundadali endaði tað í gjárkvøldið 3-3 millum B36 og EB/Streym.

 

 

Stigatalvan sigur, at tað nú eru 16 stig frá TB og til FC Suðuroy, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Útsetta uppgerðin frá 3. umfari millum FC Suðuroy og Víking er ásett at vera sunnudagin 1. juni.

Tríggir dystir í 12. umfari vera hósdagin 29. mai, sum er kristi himmalferðardagur, og tveir dystir vera leygardagin 31. mai.

 

Víkingur-NSÍ 1-1

07Vestur-TB 0-2

B36-EB/Streymur 3-3

HB-AB 2-1

FC Suðuroy-KÍ 2-2

 

 

 

Støðan eftir 11 umfør

TB 33

B36 23

FC Suðuroy 17

07Vestur 16

AB 14

Víkingur 13

NSÍ 13

EB/Streymur 11

KÍ 7

HB 5

FC Suðuroy og Víkingur hava spælt 10 dystir, og hini liðini hava spælt 11 dystir.

 

 

12. umfar

Hósdagin 29. mai

KÍ-Víkingur

EB/Streymur-FC Suðuroy

TB-HB

Leygardagin 31. mai

NSÍ-07Vestur

AB-B36