TB 33 stig!

Eftir 11 umfør í 1. deild hevur TB framvegis fult stigatal

Aldursforsetin møðist ikki. TB hevur alt kappingarárið havt fokus á uppflytingini, sum í dag varð uppaftur nærri at verða veruleiki.

TB var í Sandavági og spældi ímóti 07Vestur, sum er ein av tveimum avbjóðarum at flyta upp. Úrslitið var, at TB tvøramenn vunnu 2-0. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og fyrstu løtuna eftir steðgin var heimaliðið fleiri ferðir tætt við at seta hol á. TB málverjin Ivan Stojkovic var sannur brandur, og tað var fremsta orsøkin til, at 07Vestur ikki legði seg framum.

Ragnar Tausen legði TB framum 1-0, og fram ímóti dystarenda staðfesti Martin Midjord sigurin, sum ber við sær, at TB nú hevur 33 stig og harvið fult stigatal við málmuninum 27-8!