Í gjár staðfesti Sigfríður Clementsen, venjari hjá TB, í samrøðu við in.fo, at júst sum í síðstu viku, so stóð TB uttan málverja til landskappingardystin hendan sunnudagin. Hetta viðførdi, at felagið varð noytt at leiga ein málmann úr øðrum felagi.
Les eisini: TB skal aftur finna málmann
Nú er greitt, at TB hevur funnið málverjan til dystin sunnudagin, sum er á útivølli ímóti ÍF. Og júst sum í síðsta vikuskifti, tá ið TB á heimavølli vann 3-1 ímóti NSÍ, so verður tað 36 ára gamli eykamálverjin hjá KÍ, Meinhardt Joensen, ið aftur skal verja málið hjá TB. Tað veit Norðlýsið at siga. Norðlýsið skrivar, at KÍ og TB eru samd um enn eina avtalu, ið bert fevnir um ein dyst. FSF manglar enn at góðkenna avtaluna, men tað plagar ikki at vera nakar trupulleiki.
Tað kann vera ringt at fylgja við í, hvørjum felagið Meinhardt Joensen í veruleikanum spælir við, tí at so seint sum mikukvøldið var hann aftur á dómaraseðlinum hjá KÍ, tá ið hann var á bonkinum, tá ið KÍ mikukvøldið ímóti NSÍ tryggjaði sær plássið í steypafinaluni. Hetta vikuskiftið skal Meinhardt Joensen tó fyri aðru ferð í ár standa í mál hjá tvøramonnum.