TB bjargaði jóansøkuni

KÍ misti oddasessin, tá ið TB vann í Trongisvági

Tað er sera gott lag á Tvøroyri, har tey halda jóansøku. TB hevur í kvøld havt vitjan av stórfavorittunum úr Klaksvík, og KÍ er á veg langa teinin norður aftur til Klaksvíkar við 1-0 tapi.

TB miðverjin Teitur Olsen hevur í kvøld møguliga spælt fyri síðstu ferð við TB á heimavølli – í hesum umfarinum – tí hann fer av landinum í útbúgvingarørindum.

Tað var vorðið sum farvæl. Tá ið eitt stórt korter restaði, stakk Teitur Olsen seg upp mitt fyri málinum, og við høvdinum sendi hann bóltin í málið.

Hetta var einasta málið í góðveðrinum í Trongilsvági í kvøld. TB vann, og TB hevur nú fimtan stig, og tað er langt niður til botnin og niðurflytingina. Heimafólkið fegnast so nógv eftir síðsta bríksl, at teir væl kundu havt vunnið FM.

TB hugburðurin var framúr. KÍ trýstið var øgiligt fyrstu løtuna, men heimamenninir arbeiddu sera nógv, og teir vóru skilagóðir.

Talan var um spentar støður, og KÍ hevði bóltin í TB málinum, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu.

KÍ hevði stóran part av tíðini ilt við at fáa skipað fótbóltsspæl. Tað varð betri í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Páll A. Klettskarð varð settur inn, men tá restaði bara ein lítil løta, og tað broytti einki, tí tá var miðverjin Deni Pavlovic vístur av vøllinum fyri at hevna seg.

Tapið ber við sær, at KÍ í kvøld hevur mist oddasessin til NSÍ, sum fyrr í dag megnaði 1-1 í Gundadali ímóti B36.

Bæði NSÍ og KÍ hava 32 stig. Málmunurin hjá NSÍ er eitt vet betri, enn hann er hjá KÍ.

Í morgin hevur Víkingur møguleika at leggja seg undir liðina á báðum oddaliðunum. Soleiðis verður tað, um tað í morgin eydnast at vinna á Argjum. Víkingur hevur 29 stig.

https://www.in.fo/matches/?no_

 

TB - KÍ 1-0 (0-0)

1-0: Teitur Olsen 74.

Dómari: Eiler Rasmussen

TB: Milos Budrakovic – Aron Sørensen (Tormóður P. Djurhuus, 11.), Teitur Olsen, Ndnede Adama Guéye, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen, John Villi Wøldike Leo, Veljko Vukovic, Ragnar Tausen (Ken Fagerberg, 49.) – Luc Jeggo, Ivan Ivanovic

 

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen, Ólavur Simonsen (Páll A. Klettskarð, 84.) – Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic (Magnus Stamnesøe, 75.), Jákup B. Andreasen, Simen Sandmæl – Torbjørn Grytten (Boris Dosljak, 46.), Patrik Johannesen