Fuglfirðingar eru á veg úr Suðuroy, eftir at teir í Trongisvági hava spælt í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.
TB vann 1-0. Einasta málið skoraði miðverjin Adama Guéye Ndende, tá ið fyrri hálvleikur var um at vera liðugur.
Tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki, hevði TB risa møguleika at økja um leiðsluna. Dómarin, Rúni Gaardbo, bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið, men Poul Ingason misnýtti.
Hjá ÍF var túrurin í Trongisvági ikki góður. Longu tá ið fimm minuttir vóru farnir, noyddist Karl Løkin skaddur av vøllinum, og tá ið eitt korter var farið, noyddist vongverjin Sjúrður Pauli Nielsen skaddur av vøllinum.
Meðan TB nú heldur fram í steypakappingini, so fara teir í ÍF at savna seg um landskappingina.