TB er flutt upp

Tað hevur í dag verið óvæntað stórur spenningur í kappingini um, hvørt tað skuldi verða AB ella TB, sum skuldi flyta upp í bestu deildina saman við FC Suðuroy.

Uppgávan hjá AB á heimavølli sá lættari út enn avbjóðingin hjá TB á útivølli, og AB hevði betri fyritreytir enn TB..

AB hevði vitjan av longu niðurflutta FC Hoyvík, og TB var á útivølli ímóti EB/Streymi sum síðani summarsteðgin hevur syrgt fyri, at liðið eisini næsta ár verður í 1. deild.

At tað gjørdist so tætt og intenst komst av, at TB rættuliga gjørdi um seg við Margáir. TB legði fyri sum eitt ódnarveður, og TB vann 11-0! Og tað var nóg mikið at flyta upp við.

Tað gekk striltið hjá AB at fáa hol á, men so glapp, og AB var á odda 6-0, inntil tað bara restaði ein lítil løta. Tá minkaði FC Hoyvík um munin, so dysturin endaði 6-1, og tað var akkurát ikki nóg mikið at flyta upp við.

Dysturin á Argjum var liðugur, áðrenn dysturin við Margáir, og tí var einki annað at gera hjá teimum á Argjum enn at bíða, inntil dysturin við Streymin var liðugur.

Langt eftir dystarenda á Argjum varð brotsspark dømt til TB, og tað skoraði TB uppá. Harvið vunnu tvøramenn 11-0, og tað var akkurát nóg mikið at flyta upp við.

Bæði TB og AB endaðu við 61 stigum. Málmunurin hjá báðum liðum var +55, men TB flytir upp, tí TB hevur skorað fleiri mál enn AB. TB hevur skorað 81 mál, og AB hevur skorað 80 mál.

 

FC Suðuroy-07 Vestur 7-0

 

AB-FC Hoyvík 6-1

 

EB/Streymur-TB 0-11

 

NSÍ-Skála 0-8

 

HB-Víkingur 4-2

 

Endaliga støðan

FC Suðuroy 70

TB 61

AB 61

Skála 40

NSÍ 38

HB 33

Víkingur 31

EB/Streymur 31

FC Hoyvík 26

07 Vestur 0