TB fann stevið aftur

Tryggur heimasigur á Sevmýru og tap hjá Royn á Sandi førdu við sær, at TB aftur er einsamalt oddalið í aðru deild

2. deild

Aftur hetta vikuskiftið stóð fult umfar á skránni í aðru deild.
Og her eydnaðist TB at endurvinna einsamalla oddasessin, sum teir annars mistu einkarættin til, tá teir fyri viku síðani taptu fyri FS Vágum.
Hesaferð var tað LÍF, sum vitjaði á Sevmýru, og hóast leirvíkingarnir royndu at fylgja við, so var tað at enda eingin ivi um, at TB var betra liðið í dystinum.
Hampuliga tíðliga í dystinum legði Hallur Christiansen vertirnar á odda, og teir hóttu leingi við at økja um munin, áðrenn Niels Pauli Justinussen brádliga javnaði fyri gestirnar.
Hetta gav TB ein lítlan hvøkk, og støðan helt sær eisini til hálvleiks. Eftir 20 minuttum eydnaðist tó Einari Petersen at leggja TB framum aftur, og tá so LÍF móti endanum royndi at flyta fólk niðan, skrædnaði í verjupartinum. Hetta høvið nýttu teir báðir nýtilkomnu ghanesararnir hjá TB til at gera hvør sítt mál, og so er spurningurin, hvørt hesi bara vóru ein forsmakkur av tí, sum tvørafólk nú hava í væntu.

KÍ av botninum
Á Sandi skuldi Royn royna at halda fast í oddaliðnum, men hetta eydnaðist teimum ikki. Sandoyingarnir syrgdu nevnliga við greiðum 4-1 sigri fyri, at teir so sanniliga eisini skulu roknast við í oddastríðnum.
At Royn so eisini misti málverjan, tá hesin varð rikin av vølli í seinna hálvleiki ? tá sandoyingar fingu brotsspark til 3-1 ? mundi ikki gera lagið á heimferðini betri, og so er spurningurin, hvørt hetta er ein missur, sum fer at merkjast, tá hvalbingarnir næstu ferð eiga heimavøll móti B36.
AB og FS Vágar teljast eisini millum liðini, sum stríðast fyri at vinna sær uppflyting til bestu deildina, men hvørki teirra megnaði tó at fáa fult um vikuskiftið.
AB stóð til at tapa dystin í Gundadali, har B36 var omaná fyri steðgin. Men tað var so ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at ungi Levi Hansen eisini gav vertunum leiðslumálið. AB royndi eftir hetta at trýsta, og tað eydnaðist teimum eisini hampuliga skjótt at javna, tá verjuleikarin, Bernhard Petersen hevði sníkt seg framvið til eitt hornaspark.
FS Vágar leiktu sunnudagin í Sumba, og eisini hjá teimum gjørdist javnleikur endaliga úrslitið. Tað vóru fyri tað mesta vertirnir, sum vóru omaná, men tað var ikki fyrr enn á tímanum, at Súni í Hørg kundi leggja teir á odda. Og heilt fram til seinastu minuttirnar var eisini líkt til, at hetta skuldi gerast endaliga støðan. Men fimm minuttir fyri leiklok eydnaðist tó Per Joensen at senda bóltin í Sumba-málið, soleiðis at vágamenn fingu eitt stig við sær norður umaftur.
Í Klaksvík var stevnudystur, tá VB var á vitjan í einum dysti, har bæði liðini høvdu stóran tørv á stigunum. Og tað eydnaðist eisini heimaliðnum, sum annars ikki hevur vunnið í ár, at ogna sær trý stig. Einasta málið fingu teir í fyrra hálvleiki, og við sigrinum lyftu teir so upp um LÍF, soleiðis at teir aftur nú eru røttu megin vandamiklu strikuna.