Enn eina ferð er KÍ dømt at tapa dyst í næstbestu deildini, tí spælari hevur verið á liðnum, sum ikki hevði rætt at spæla við.
Í fyrra førinum misti liðið 4-1 sigurin á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Nú hevur TB fingið viðhald í kæru, sum snúði seg um, at KÍ í 1-1 uppgerðini við Stórá tann 29. juni skifti spælara inn, sum ikki stóð á dómaraseðlinum og sum var ov ungur at spæla í vaksnamannafótbólti.
Avgerðin ber við sær, at støðutalvan broytist. TB fær tvey stig aftrat og flytur fram á 8. plássið við 1 stigum, og KÍ dettur aftur á . plássið við 21 stigum.